Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Nykurin
Í Sørvágsvatn/Leitisvatn er ein standmynd av Nykinum í hestaskapi
Í Sørvágsvatnið/Leitisvatnið er ein standmynd av Nykinum í hestaskapi.
Søgnin um Nykin við Leitisvatn
Eitt kvøldið vóru børnini í Sørvági farin oman til Leitisvatns at spæla. Tá kom nykurin í skapilsi av einum stórum hesti til teirra, og tey so fegin upp á bakið á honum. Best sum tey vóru setst, fór hesturin við teimum beinan vegin oman til vatnið. Minsti drongurin, sum ikki var sloppin uppá, varð nú ræddur og rópaði á beiggja sín Niklas, sum sat uppi á hestinum: “Nyka beiggi!” (barnið dugdi ikki reiðiliga at tala enn). Nykurin, ið helt tað vera navn sítt, ið rópað varð, misti nú megi og hvarv; men børnini vóru bjargað. Sagt er, at, tá ið nykurin hoyrir navn sítt nevna, missir hann allan mátt.
Ofta hvurvu fólk tá, sum gingu fram við Leitisvatni, men lunguni komu aftur á vatnið at flóta. Nykurin skuldi tað vera, ið forkom fólki har.
Einaferð fór presturin Rasmus Ganting við húskalli sínum úr Sørvági og skuldi heim til Miðvágs. Tá ið teir komu at ánni, stóð ein hestur har við Vatnsoyrar, og prestur, sum vildi sleppa undan at vaða, bað dreingin leiða hann til sín. Tá ið drongurin skuldi leggja hondina á hann til at taka, leyp hesturin undan, og gryftin stóð frá honum beint í vatnið. Har hvarv hann.
Eina aðra ferð, tá ið Rasmus Ganting fór út um vatn og kom út á Vatnsbrekku oman fyri Vatnsoyrar, sat eitt har á rættini (kallað Vatnarætt) og greiddi sær við einum gullkambi. Nú skuldi hann verða sitandi, segði prestur - hann visti, at tað var nykurin, tí nykurin kann skapa seg í fólkalíki. Hann tekur ein stein í hondina, kastar av gøtuni oman á sandin og tekur at lesa upp yvir honum. Steinurin veksur og verður til stóran klett. “Nú skalt tú í steinin”, sigur prestur og rekur (mánar) so nykin inn. Tá sást nykurin ikki aftur, men steinurin vísist enn og eitur Leiðisteinur
Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901
Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.
Bústaður
Vatnsoyrar, Faroe Islands
Vágar
Upplatingartíðir
-
Stongt