Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Ribarhús í Fuglafirði

Í Ribarhúsi er gallarí, lítil kaffistova, og hugnaligur heimavirkishandil

Mitt í Fuglafirði, niðanfyri vegin stendur ein gamal hugfarsligur og søguligur bygningur frá 1887, vanliga bara kallaður Ribarhús. Bygningurin sær kanska ikki út av so øgiliga nógvum uttanífrá, men innan, millum gomlu bjálkarnar og brettini, ýður av lívi og kreativiteti allar árstíðir.

Hetta er staðið har Fuglafjarðar Heimavirkisfelag heldur til við sínum fjølbroytta virksemi, og her spratt eisini hugskotið til Bindifestivalin.

Hetta er søguligi handilin, Piddasahandil, sum í dag er á tremur við heimavirkaðum vørum í tveimum hæddum, sum limirnir selja. Her fáast eisini føroyskar fløgur, myndir og bøkur.

Á vetri í 2020 lat hugnaliga Lúkukaffi upp, sum er ein kaffistova í gallarínum, har kaffi verður bílagt gjøgnum eina lúku inn í nýgjørda køkin. Her kanst tú njóta ein lekkran kaffidrykk, te ella kakao, sjálvandi við onkrum góðum heimabakaðum afturvið. Av og á er eisini støkk upp matstova. t.d. við heimagjørdari suppu.

Handilin er opin mán. - frí. kl. 15 - 17.30 og ley. kl. 11 - 14, og eisini tá Kunningarstovan er opin.

Í bygninginum er eisini eitt heilt serligt Gallarí Ribarhús, eitt gamalt lagur ella pakkhús, sum síðan 2001 hevur hýst nógvum listaframsýningum. Fleiri enn 200 framsýningar hjá kendum og minni kendum listafólkum, hava hingið á hesum gomlu brettunum higartil.

Síðani er Gallaríið vorðið uppaftur serligari, tí gomlu ferniseraðu gólvbrettini úr skúlanum frá 1938, sum varð tikin niður í 2017, eru løgd á gólvið her. Stuttligt hevði verið, um tey kundu tosa!

Ribarsloft, verður nógv brúkt til hugnaløtur, skeiðvirksemi, fyrilestrar  o.l.

Hølini í húsinum verða eisini  leiga út til merkisdagar, veitslur og hugnaløtur, sí www.ribarhus.fo/ribarsloft/leiga

Húsið er opið hvønn gerandisdag alt árið millum 15 og 17.30. Leygardag er opið millum kl. 11 og kl. 14. Kunningarstovan heldur eisini til í Ribarhúsi, og hon er opin mán, týs, hós og fríggjadag kl. 10 - 16.

Alt virksemi í samband við húsið verður gjørt av sjálvbodnum, her eru nógv góð høvd og fittar hendur sum taka tørn.

Tú ert hjartaliga vælkomin inn á gólvið – Piddasahandils-megin gjøgnum eina reyða hurð og Ribarhús-megin gjøgnum eina bláa… og tað besta av øllum –  ert tú innkomin, antin gjøgnum tað bláu ella tað reyðu hurðina, so kanst tú hugna tær og ganga runt í húsinum, sum tær hóvar, upp og niður gjøgnum knirkandi trappur og út og inn gjøgnum smalar gamlar hurðar  – her kanst tú, frá tíð til aðra, njóta góðar framsýningar, og her eru nógvir fjálgir krókar við borðum og sofum, har tú kanst sita í “inspirerandi” umstøðum og njóta ein kaffiduss…

Í húsinum eru tvey W.C., her er internet, og vit hava terminal. Man kann sjálvandi eisini brúka vanligar krónur her.

Tax-free? Ja, her er ALT altíð tax-frítt – og sera ódýrt.

Finn okkum og les meira á www.ribarhus.fo, á facebook: Piddasahandil og Ribarhús og á Instagram #piddasahandil #Ribarhus

Samband? Ring á tlf. 214427 ella skriva til heimavirk@gmail.com

Bústaður

14 Í Støð, Fuglafjørður 530, Faroe Islands

Eysturoy

Hentleikar

  • Live framførsla
  • Livandi tónleikur
  • Søguligt stað
  • Omaná
  • WC
  • Kortgjald
  • Familjuvinarligt
  • Bólkar