Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Sandavágs Kirkja

  • Sandavágs Kirkja

Ein av vakrastu kirkjum í landinum

Sandavágs kirkja er bygd undir 1. veraldarbardaga. Arbeiði byrjaði í 1914, og varð kirkjan vígd 3. sunnudag eftir páskir, 29. apríl í 1917.
Magnus Jacobsen (Magnus av Kamarinum) teknaði kirkjuna og gjørdi arbeiðsfrágreiðing. Hon er 19,70 m long og 9,60 m breið. Undir byggingini var hann sjálvur byggimeistari og formaður. Fyri arbeiðinum stóð Jógvan Elias Thomsen, keypmaður í Sandavági. Í arbeiði hevði hann Andreas Joensen úr Kvívík sum arbeiðsformann, og 9 smiðir úr Sandavági og Miðvági. Brøðurnir í Geil í Havn, Petur Alberg og Christin H. Isaksen, málaðu kirkjuna, bæði innan og uttan. Petur Alberg setti litirnir á. H.C.W. Tórgarð, timburmeistari og arkitektur, úr Havn, hevði eftirlit við arbeiðinum.

10. august 1891 gav Thomas Thomassen (Tummas í Bartalsstovu) altartalvuna sum hongur í kirkjuni í dag. Frásagnir siga, at Lucie Ingemann (1792-1868), sum var kona B. S. Ingemanns skald, hevur málað altartalvuna. Talvan, sum varð unvæld í 1997, er mett at vera umleið 150 ára gomul.

Á kórvegginum uppi yvir altarinum eru sjey málningar, sum Kristin í Geil hevur málað eftir gomlum kirkjumálningum. Jógvan Elias Thomsen hevur givið kirkjuni málningarnar.

Sandavágssteinurin er ein føroyskur rúnusteinur frá 1200-áratalinum, ið verður varðveittur inni í Sandavágs kirkju.

Bústaður

Gamlivegur 2

Vágar

Hentleikar

  • Koyristól atgongd

    Koyristól atgongd

  • Parkering