Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Sandur

Heima á Sandi er gott at verða

Her eru kendu mølheyggjarnar, deiligur sandur og frískligt at svimja, vit hava bindisteinin við Gróthúsvatn, tú kanst ganga til friðsælu og vøkru Søltuvík, áhugaverda Listasavnið við verkum hjá m.a. Mikines og Kamban, Bygdasavnið frá 1812, tú kanst royna teg í kajakk á Sandsvatni, heilsa upp á muuh, vitja Veltuna, fara Ævintýrtúr og mangt annað!

BYGDIN
Á Sandi búgva um 520 fólk.
Elstu prógv fyri búseting í Føroyum vóru funnin í útgrevstrinum á Sondum í 2007. Tá var staðfest at her høvdu fólk búleikast longu í 4.-6. øld. Meir um fornfrøði á Sandi sært tú her.

KIRKJAN
Sands Kirkja er vígd í 1839. Hetta er 6. kirkjan á Sandi og bæði søgan um kirkjuna og alt øki rundanum er sera áhugavert. Nógvar ransóknir eru gjørdar í økinum og nógv er funni, m.a. leivdir av bygningum, brúkslutir og prýðislutir av øllum handa slagi.
Í 1863 fann gravarin ein myntskatt í gamla kirkjugarðinum – hin einasta av sínum slagi í landinum. Talan er um 98 silvurmyntir úr 11 øld. Har ímillum myntur sligin undir Haraldi Hárfagra, kongi. Myntirnir kunnu síggjast á Tjóðsavninum.

BYGDASAVNIÐ Á SANDI
Í norðaru Koytu er Bygdasavnið. Í 1988 keypti Sands Bygdasavn húsini, sum eru bygd í 1812. Tey eru síðani høvuðsumvæld, og lutir av ymiskum slag, sum hoyrdu tíðini til, eru savnaðir, so har ber til at síggja hvussu fólk hava búleikast í fyrru helvt av 19. øld.

HEILSA UPP Á MUUH
Á Sandi ber til hjá barnafamiljum og øðrum ið hava áhuga, at vitja Poul og neytini hjá honum. Børnini elska at vitja Poul & Sóleyð, og tíma illa avstað aftur, tí kálvarnir eru so fittir, og Poul dugir væl at greiða frá. Les meir her. Til ber eisini at bíleggja Heimablídni hjá Poul & Sóleyð.

KAJAKK Á SANDSVATNI
Nú kanst tú royna teg í kajakk á Sandsvatni! Sandsvatn er triðstørsta vatnið í Føroyum, og har er bæði gott at fiska og rógva kajakk. Kajakkirnar eru beint tá tú kemur til Sands bygd.
20 kajakkir eru til leigu, og kostar tað 200,- at leiga eina kajakk í 3 tímar.

LISTASAVNIÐ Á SANDI
Listasavnið á Sandi er  savnið, sum heimasandsmaðurin Sofus Olsen hevur givið  Føroya fólki  at vitja heima á Sandi. Eitt frálíkt savn við úrvaldari list eftir Janusi Kamban, S.J.Mikines, Ingálvi av Reyni,  Jack Kampmann, Frimod Joensen o.fl.  J. P. Gregoriussen arkitektur hevur teknað Listasavnið. Avgjørt vitjannarvert

UNGMANNAFELAGIÐ VIRKIÐ
Ungmannafelagið Virkið er karmur um tað nógva av felagslívinum á Sandi. Virkið hevur stórt og væl útgjørt felagshús, sum er vælegnað til veitslur, dans, sjónleik, fundir, seturskúlar o.a.

VELTAN
VELTAN er eitt spennandi átak, sum sandingar eru farnir undir. Veltan fæst við grønmetisframleiðslu, og er skipað sum áhugafelag. Har verður í dag dyrkað nógv grønmeti, sum fyri bara fáum árum siðani var heilt óhugsandi at dyrka í Føroyum. Millum kundarnar hjá veltuni eru tær bestu matstovurnar í landinum, tí dygdin og smakkurin eru heilt framúr.
Tað ber til at vitja í Veltuni eftir avtalu við Sandoyar Kunningarstovu.

Bústaður

3 Mørkin Mikla, Sandur 210, Faroe Islands

Sandoy

Hentleikar

  • Parkering