Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
SeaTravel
Sigl úr Sørvági til Drangarnar, Mykines og stórslignu náttúruna í Vágum
SeaTravel skipar fyri bátatúrum úr Sørvági, har tú sleppur tætt at stórslignu náttúruni í Vágum.
Sigl fram við brøttum bjørgum og út móti Drangunum og Tindhólmi, hygg eftir lundum og øðrum sjófugli ella far við skjóttgangandi báti til Mykines. Á túrunum kanst tú eisini hava møguleika at síggja kóp og annað lív í sjónum.
SeaTravel hevur fleiri ymiskar túrar at velja í, millum annað náttúru- og sightseeing-túrar, lundasafari, fototúrar og fiskitúrar. Eisini ber til at bíleggja privatan túr.
Allir bátatúrarnir byrja í bátahylinum í Sørvági og eru treytaðir av veðri og umstøðum á sjónum.
Bústaður
Bakkavegur, Sørvágur 380, Faroe Islands
Vágar
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Møguligt at bíleggja pláss