Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Seglskipið Dragin

m summarið siglir Dragin ofta við ferðafólki norður í Kalsvík og norður um Kunoyarnakk

Dragin er eitt gamalt seglskip, sum hevði tænt fyri seg, og var í sera vánaligum standi. Eldsálir keyptu Dragan, og settu hann sera væl í stand, og nú er Dragin eitt satt prýði har hann er, og ein túrur við Draganum er ein fragd.

Dragin er fyrst og fremst eitt skúlaskip, men almenningurin hevur eisini møguleika at sleppa ein túr við Draganum. Um summarið siglir Dragin ofta við ferðafólki norður í Kalsvík og norður um Kunoyarnakk. Ein sera stórfingin túrur. Ferðafólkini plaga at fáa kaffi/te og suppu á túrinum.

Aðrir túrar, so sum bólkaútferðir av ymsum slagi, kunnu lagast til eftir tørvi.

Um tú vilt sleppa ein túr við tráðu, kann tað eisini gerast eftir avtalu.

Dragin er eisini vælumtóktur at halda jólaborðhald umborð, meðan Dragin liggur við bryggju.

Bústaður

Traðagøta 27

Norðoyggjar