Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Seyðamaðurin á Sondum standmyndin

  • Seyðamaðurin á Sondum satndmyndin, Sandavágur
  • Seyðamaðurin á Sondum standmyndin, Sandavágur

Ein seyðamaður var á Sondum í Sandavági, sum er gitin fram um allar aðrar seyðamenn í Føroyum.

Ein vakran sólskinsmorgun lysti seyðamanninum at ríða norður á fjøll. Við Fjallavatn búðu tvær huldukonur, hvør sínumegin, onnur í Húsagjógv og onnur í Tormansgjógv. Tær áttu stakkar av skarlaksklæði, og henda sama morgunin, ið seyðamaðurin reið norður, legði huldan í Húsagjógv stakk sín út til at sóla. Tá ið hann kom ríðandi gjøgnum Fjallalíð, sá hann tann reyða stakkin við teim glógvandi gullperlunum í skína langan veg. Hann vendi hesti sínum tann vegin, tók stakkin, legði hann aftan fyri seg á hestsins bak og reið so heim aftur. Huldukonan situr við eldin og hugsar við sær, at hon skal fara út á helluna at venda stakki sínum. Men tá ið hon kemur hagar, sker hon saman tenn og snerkir við skort, tí stakkurin er horvin. Hon skimast runt um Fjallalíð og ber eyga við seyðamannin, ið ríður, tað hann kann best av stað við stakki hennara. Hon rópar á systur sína í Tormansgjógv og biður hana hjálpa sær at fáa stakkin aftur, tí hon hevur nærri at fara eftir manninum.
Tá ið hann kom at Mosagerði, hevði hon nærkast honum so mikið, at tað var ikki meira enn reipslongd ímillum teirra, og tá ið hann kom á Giljarætt (tætt innan fyri ánna í Sandavági) - har er kirkjan - fekk hon hann aftur. Í tí at hann reið fram við kirkjugarðinum, kastaði hann seg so knappliga av hestinum innum við stakkinum í hondini. Men, ólukkutíð, stakkurin kom fastur í garðin, so hon náddi at tríva í hann. “Nú haldi eg!” rópaði hon. »Halt nú, hvat ið halda vil!” svaraði hann aftur: “Her er Gud og kirkjan.” Tey bardust um stakkin eina løtu, til hann skrædnaði; seyðamaðurin hevði aðra ermuna eftir, men huldan fekk skerdan bulin. So stór var henda stakkarerma, at hon røkk til messuakul í Sandavágs kirkju, og har er hon enn.

Bústaður

2, 360 Gamlivegur, Sandavágur 360, Færøerne

Vágar

Hentleikar

  • Koyristól atgongd

    Koyristól atgongd

  • Parkering
  • Familjuvinarligt
  • Bólkar