Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Skarð

Kunoy

Bygdin  Skarð á Kunoy, sum var norðan fyri Haraldsund, var avtoftað á vetri 1919. Tollaksmessudag 1913 hendi ein stór vanlukka. Skarðsmenn vóru farnir norð á hav til útróðrar, veðrið var av tí besta, men brádliga brast hann á, og Skarðsbáturin við manning sást ongantíð aftur. Eftir sótu konur og børn. Ein 14 ára gamal drongur og ein gamal maður vóru einastu menn eftir í bygdini. Lívið gjørdist ov tungt, og síðani á vetri í 1919 hevur verið øskukalt á Skarði.

Nú á døgum er gongutúrurin norð á Skarð vælumtóktur. Túrurin tekur fleiri tímar, men kenslan at ganga eftir gøtum, sum menn, sum havið svølgdi, einaferð traðkaðu, vísir tær á, hvussu lítið tú megnar afturímóti náttúruni.

Í 2013, 100 ár eftir syrgiligu vanlukkuna, varð minnisvarði reistur á Skarði, yvir menninar sum fórust við Skarðsbátinum. Hans Pauli Olsen hevur gjørt standmyndina.

 

Tekstur: visitnordoy.fo

Mynd: Ólavur Frederiksen

Bústaður

Norðoyggjar

Samband

web icon

phone icon

+0

email icon