Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

STEINPRENT

Litografiskur verkstaður og gallarí á Skálatrøð ið arbeiðir við yrkislistafólk

Statt á Vágsbotni í Tórshavn húsar verkstað okkara fýra fólk, ið eru steinprentarir av yrki. Her taka vit hond um vitjandi listafólk, sum undir vitjan teirra nýta okkum og verkstaðið sum arbeiðsstovu. Tey arbeiða á steinarnar sum tað blanka lørifti. Ein og hvør mannagongd ið berur við sær eitt steinprent, skavmynd, træ/linoleumsskurð, listabók ella annað, byrjar og kemur til sína niðurstøða innan hesum veggjum. Og tað hendur altíð við listafólksins egnu hondum. Tað er tísskil ikki ein endurmynd sum verður gjørd, men eitt upprunaligt listaverk. Vit raðfesta týdningin av góðskuni, og virka fyri at fremja yrkislistafólk, meðan virðingin fyri listafólk og verk støðugt liggur okkum í huga.

Millum tey mongu listafólk ið hava vitja okkum ígjøgnum árini eru flest teirra úr norðanlondum. Tey virðismeta tað sersýnda arbeiðsumhvørvi og blómandi mentanarligi áhugin sum finst í Føroyum. Mong eru tísskil eisini afturkomin fleiri ferð. Í mun til tað avmarkaða fólkatalið er ein sjáldsom miðsavnan av listarligan mátt at finna her, og føroysk listafólk eru eisini ein stórur partur av framboðnum.

Verkstaðurin og gallaríið eru opin fyri øllum at vitja, og hyggja ígjøgnum tað breiða úrvalið av originalum steinprentum o.a.

Bústaður

Skálatrøð 16

Tórshavn

Lýsing

Aldursmark: 0 ár