Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Svimjihøllin i Gundadali
Her eru fýra hyljar. Tveir barnahyljar, her hitin er 29-30 stig. Ein 25 metrar langan hyl og ein kavingarhyl.
Svimjihøllin í Gundadali læt upp í 1982.
Í høllini eru 12 fólk í føstum starvi. Átta fólk eru í føstum avloysarastarvi. Starvsfólkini skulu upp til lívbjargararoynd eina ferð um árið. Tey nema sær eisini víðkað fyrstuhjálparskeið frá Reyða Krossi. Og H.T.U.Tilbúgvingarstovan hevur viðkomandi skeið í høllini.
Svimjihøllin í Gundadali bjóðar tær at leiga gosbað.
Her eru fýra hyljar. Tveir barnahyljar, her hitin er 29-30 stig. Ein 25 metrar langan hyl og ein kavingarhyl. Í hesum báðum hyljunum er hitin 26,5 stig.
Høllin verður eisini leigað Havnar Svimjifelag, www.hs.fo, ÍSB og Tórshavnar Froskmannafelag, www.kaving.fo
Talið á vitjandi liggur um 450-500 um dagin. Tó er talið munandi størri um summarið, tá ið høllin er opin allan dagin.
Um summarið vitja millum 650 og 800 fólk Svimjihøllina í Gundadali um dagin.
Bústaður
Gundadalur 4
Tórshavn
Upplatingartíðir
-
Stongt