Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Tjóðsavnið
Tjóðsavnið
Føst framsýning um føroyska náttúru- og mentanarsøgu, og við tættum úr jarðfrøðini, plantufrøðini, sjódýrafrøðini, landdjórafrøðini, fornfrøðini, fólkalívi og nýggjari søgu.
Framsýningin vísur tað týdningarmesta og mest grundleggjandi, vit hava, sum vit eiga í felag, og sum vit skulu umsita og røkja, nevniliga náttúru- og mentanararv landsins. Í framsýningini er náttúrusøgan og mentanarsøgan flættaðar saman. Einki í náttúruni stendur stilt, og einki í mentanini stendur í stað. Náttúran ávirkar mentanina, og mentanin ávirkar náttúruna. Nýggj vitan og vísindalig úrslit daga undan, og tí er framsýningin ein tilgongd.
ATGONGUMERKI:
Vaksin: 80 DKK
Børn (0 - 18 ár): Ókeypis
Pensjonistar/lesandi: 50 DKK
Bólkar (min. 10 fólk): 50 DKK per persón
/Um summari er atgongumerkið galdandi til allar framsýningar Tjóðsavnsins (Brekkutún, Hoyvíksgarð og hvalastøðin við Áir), og kann nýtast einaferð til hvørt savn frá keypsdegi og eina viku fram.
Kunning um rundvísingar fast á heimasíðu okkara.
Bústaður
Brekkutún 6
Tórshavn
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
-
Koyristól atgongd
Koyristól atgongd
- WC
- Kortgjald
- Møguligt at bíleggja pláss
- Parkering
- Familjuvinarligt
- Bólkar