Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Trøllkonufingur

  • Trøllkonufingur, Sandavágur. Myndin er tikin úr Miðvági
  • Trøllkonufingur, Sandavágur. Myndin er tikin úr Miðvági
  • Parkering fyri vitjandi.
  • Einans eigarar hava loyvi at koyra efter gamla vegnum út til Trøllkonufingur. Øll onnur verða biðin um at seta bilin á parkerinsplássið og ganga restina av vegnum. Túrurin tekur uml. 20 min. og er 1,4 km hvønn vegin.

Eystanfyri Sandavág er ein 313 metur høgur tindur: Trøllkonufingur.

Tey gomlu søgdu, at hetta var fingurin á einari trøllkonu, sum ætlaði at blaka Vágar vestur til Íslands. Tá ið sólin kom upp, varð hon til stein og sakk í hav. Upp úr sjónum standa bara fingurin og nakkin á henni - tað er Koltursnakkur.

Søgn er, at einaferð gjørdi ein maður tað roysni at klíva upp á toppin á Trøllkonufingri. Tá ið hann var niðuraftur komin, sá hann, at hann hevði gloymt annan vøttin eftir. Og so errin var hann nú, at hann fór upp aftur eftir honum. Men tá datt hann oman.

Samanlagt hava 11 fólk verið á toppinum, seinast í 2016.
(Dagført í 2022)

MINST TIL:
- Gakk altíð eftir gøtuni.
- Lat plantur, grót, egg og ungar fáa frid í haganum.
- Lat altíð portið aftur eftir teg.
- Tak altíð burturkast heim við tær.

Tað er bert loyvt eigarum at koyra efter gamla vegnum út til Trøllkonufingur. Øll onnur verða biðin um at seta bilin á uppmerkta parkeringsplássið.
Túrurin er 1,4 km (einvegis) og tekur uml. 20 min. at ganga.

Bústaður

Witches finger, 2VVF+V4H, Sandavágur 360, Færøerne

Vágar