Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Tvøroyrar Kirkja

  • Tvøroyrar kirkja

Uttan mun til, hvussu tú kemur til Tvøroyrar, er kirkjan nakað av tí fyrsta, tú fært eyga á.
Við sínum norska uppruna og tí keltiska krossinum sum skjaldramerki, knýtir hon bondini til rø

Froðba er gamla kirkjustaðið her við fjørðin, møguliga líka frá keltiskari tíð.
Seinasta kirkjan varð bygd har í 1840. Í 1856 var tann kirkjan tikin niður og flutt inn á Tvøroyri. Hon varð sett upp aftur í økinum, har húsini, sum vóru byrjanin til búsetingana á Tvøroyri vóru bygd. Hon var við til at geva navn til økið, sum í dag verður nevnt Valurin, ella Kirkeval, sum tað upprunaliga varð nevnt.
Hon varð staðsett har, hon nú stendur. Upprunaliga skuldi hon vera úr gróti. Byrjað varð i februar 1906. Ávís viðurskifti gjørdu, at hon kom at gerast ov dýr. Tí varð bara grundin lagað.
Handilsvirkið J. Mortensen og Sønner, ið tá var nógv tað størsta reiðarvirki her á landi, beyð sær til at keypa eina kirkju úr træi uttanlanda og gjalda tað, sum restaði í.
Tikið varð av tilboðnum. Danski arkitekturin Viggo Bertram, sum hevði teknað kirkjuna, teknaði nú eina trækirkju, sum kundi setast á grundina.

Kirkjan varð gjørd á Strømmen trevarefabrikk í Noregi, flutt heim og sett upp her. Arbeiðið at seta kirkjuna upp byrjaði seint um summarið 1907 og varð liðugt um várið 1908. Kirkjan varð vígd og tikin í brúk Kristi Himmalferðardag sama ár.
Kirkjan rúmar umleið 500 fólkum.


Gudstænasta er hvønn sunnudag kl. 11.00

Bústaður

Kirkjubrekkan 23

Suðuroy