Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Tvøroyrar Klubbi
Barr og náttklubbi mitt á Tvøroyri.
Hugnaligi Tvøroyrar Klubbi í hjartanum av Tvøroyri er eitt av tónleikaligu savningarstøðunum í Suðuroynni. Tað er her at kanska flestu tónleikatiltøkini eru, og at flest fólk savnast í Suðuroynni. Hugnaliga og nýrenoveraða barrin hevur eitt einastandandi útsýni yvir Trongisvágsfjørð.
Í niðaru hæddini er eitt nýtt barrhøli latið upp, ið nevnist Fimmarin. Her er pubbquiz hvørt fríggjakvøld, og eisini verður fótbóltur vístur í Fimmaranum.
Klubbin, ið upprunaliga bleiv bygdur í 1895, hevur ein minni og ein størri sal, har tónleikatiltøk verða hildin - eru størri tiltøk, hevur staðið 3 barrir.
Klubbin skipar sjálvur fyri tónleikatiltøkum, men kann eisini leigast til føðingardagar, brúdleyp, fermingar o.a.t.
Bústaður
Miðbrekkan 13
Suðuroy
Lýsing
Aldursmark: 18 ár
Upplatingartíðir
-
Stongt