Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Vágar runt við tyrlu
Far ein túr við tyrluni og síggj Føroyar uppi frá
Vilt tú uppliva Vágar frá luftini? So hevur tú møguleikan nú, tí tyrlan hjá Atlantic Airways flýgur rundferð yvir Vágum hvønn mánadag.
Flogið verður framvið fleiri av teimum vælumtóktu støðunum í Vágum so sum Fjallavatn, norð á Víkar og inn aftur sunnanfyri oynna framvið Trælanípu og Bøssdalafossi.
Nær: mánadagar kl. 15.15
Tíðarskeið: 12. juni til 14. august 2023
Longd: 20 minuttir
Hvar? Fráferð frá flogvøllinum í Vágum
Kostnaður: DKK 1500 fyri hvønn
Í mesta lagi 12 fólk sleppa við í senn.
Bóka á https://www.atlantic.fo/tyrlan/
Gevið gætur!
Túrurin verður bert flogin, um veðrið er til vildar og kann annars vera broyttur samsvarandi veðurlíkindunum. Tyrlan er partur av tilbúgving Føroya, og tí kunnu túrar verða útsettir (bæði dagur og klokkutíð) orsakað av bjargingaruppgávum.
Bústaður
Vágar Airport
Vágar
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Familjuvinarligt
- Bólkar