Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Vatnsoyrar
Vatnsoyrar er bygd í Vágum við norðurendan á Sørvágsvatni / Leitisvatni.
Vatnsoyrar er ein bygd í Vágoynni við norðurendan á Sørvágsvatni / Leitisvatni. Vatnsoyrar er niðursetubygd frá fyrst í 20. øld. Í dag er bygdin serliga kend fyri stóru vindeygaverksmiðjuna Vatnsoyrar Snikkaravirki og fyri leguhúsið Zarepta hjá Brøðrasamkomuni. Vatnsoyrar er yngsta niðursetubygd í Føroyum, frá 1921, og tann einasta hvar sjógvur ikki sæst. Fyrstu 20 árini vóru bert trý hús í bygdini, men aftaná kríggið vaks bygdin. Seinastu árini hava 60 fólk búð í Vatnsoyrum. Innbúgvarnir eru flestir í tænastuvinnuni í øðrum bygdum. Bygdin er partur av Vága Kommunu.
Ein av fyrstu koyrivegunum millum bygdir í Føroyum, varð gjørdur millum Sørvág og Miðvág, ígjøgnum Vatnsoyrar. Í Vatnsoyrum er slætt og náttúruvakurt, friðarligt og hugnaligt. Stóra áin, Skjatláin, rennur oman í tað stóra vatnið, Leitisvatn/Sørvágsvatn. Har ber til at fiska síl og njóta náttúrunar friðsælu. Stórt heiðalendi eru norðanfyri Vatnsoyrar, og har var nógv torvarbeiði í tí tíðini.
Bústaður
Vatnsoyrar, 385, Færøerne
Vágar
Upplatingartíðir
-
Stongt