Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Vegurin - Fríkirkjan í Vágum

Vegurin fríkirkjan í Vágum er ein karismatisk evangelisk fríkirkja.

Hvørji eru vit?
Vegurin Fríkirkjan í Vágum er samanlegging av tveimum fyrrverandi samkomum. Fríkirkjan við Gjónna og Húsmeinigheitin í Miðvági løgdu virksemi síni saman 7. mars 2021. Vit eru ein blandaður hópur og eru vit júst byrjaði ferðina móti tí, sum vit trúgva, at Gud hevur til okkum og okkara oyggj. Vit vilja bjóða tær at byggja saman við okkum! Visiónin er ein livandi, viðkomandi, og framsøkin fríkirkja fyri allar Vágar.

Hvat trúgva vit?
Sum karismatisk evangelisk fríkirkja taka vit undir við ápostólsku trúarjáttanini. Harafturat viðurkenna og praktisera vit Heilaga Andans náðigávur, sum eru givnar kristnu kirkjuni um allan heim.

Gudstænastur
Hvønn sunnumorgun kl 11.00 er almenn gudstænasta. Okkara gudstænastur eru møguliga eitt sindur øðrvísi enn tað vit kenna frá td. føroysku fólkakirkjunni, sum flestu føroyingar kenna væl. Tað fyrsta tú møtir er einum fryntligum verti, sum bjóðar tær vælkomin. Vit eru rættuliga óformel og dáma best, at øll sleppa at vera tey sjálvi. Tað kann vera eitt sindur ymiskt, hvussu gudstænastan er skipað, men í høvuðsheitum hava vit altíð lovsang, bøn, breyðbróting, prædiku, sunnudagsskúla fyri børnunum og ikki minst KAFFI!!! Vit geva altíð høvi til forbøn og siga ja takk til allar gávur, okkara virksemi er sjálvfíggjað við gávum og føstum stuðlum.

Bústaður

3 Kirkjavegur, Miðvágur 370, Faroe Islands

Vágar