Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Visit Vágar

  • Visit Vágar

Menningarstova fyri Vágar og Mykines

Visit Vágar hevur ikki kunningardisk, men øll kunning er at finna á heimasíðuni www.visitvagar.fo, og á kunningarskermum á Magn í Miðvági, á Bakkastøðini í Sørvági og á flogvøllinum.
Yvirskipaða endamálið hjá Visit Vágar er, at menna eina ferðavinnu ið ger Vágar og Mykines til eitt enn betri stað at liva og virka í, og at vitja. Vit vilja verða eitt ferðamál ið byggir á tær tríggjar súlurnar innan burðardygga ferðavinnu, sosiala burðardygd, umhvørvisliga burðardygd og fíggjarliga burðardygd, fyri at tryggja lokalan trivnað í samband við eina alsamt vaksandi ferðavinnu.
Vend tær til VisitVágar fyri ferðavinnuráðgeving, vegleiðing, hugskotsmenning, nýhugsandi loysnir, stýring av ferðafólkastreyminum, strategisk samstørv, tilfar til heimasíðu, sosialar miðlar og kunningarskermar, marknaðarføring, skelting osfr.

Bryndis í Dali er menningarleiðari fyri VisitVágar.

Menningarstovan er at hitta gerandisdagar frá kl 9 – 16, umvegis teldupost og telefon.

Eisini eru vit at hitta á kontórunum hjá Sørvágs kommunu og Vága kommunu, eftir avtalu.

Bústaður

Varðagøta 8

Vágar