Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Yndi Fitness
Venjingarmiðstøð í havn
YNDIFITNESS er ein nýmótans venjingarmiðstøð.
YNDIFITNESS hevur fleiri sjónvørp og útvarpsrásir, sum tú hevur møguleika fyri at nýta, meðan tú brúkar eina av okkara 68 konditiónsmaskinum – herímillum fleiri rennibond, cross-trainer, súkklur, rógvimaskinur, steppmaskinur.
Harumframt eru uml. 55 maskinur til vøddavenjing o.a., umframt leysar vektir og nógv annað.
YNDIFITNESS hevur 2 skiftirúm. Ein sal til konditiónsvenjing. Ein sal til vøddavenjing. Ein sal til súkkling og eisini ein 80 fermetrar sal til aerobic o.a.
YNDIFITNESS bjóðar øllum vælkomnum, gomlum sum ungum, og dentur verður altíð lagdur á tørvin hjá tí einstaka. Tað vil siga at vil onkur klænka seg, styrkja seg, bøta um konditiónina ella … ja, tað er bara at siga frá.
Ja, tú lesir rætt, vit hugsa um tín tørv, og vónandi kunnu vit eisini hjálpa tær soleiðis, at tín lísvgóðska verður enn betri.
Bústaður
6 Sundsvegur, Tórshavn 100, Færøerne
Tórshavn
Upplatingartíðir
-
Stongt