Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Konsert í Ribarhús í Fuglafirði
Frálík konsert við AMEMA í Ribarhús!
26. juli hava AMEMA konsert í Ribarhús frá kl. 16. Konsertin er í samband við Summartónar.
Konsertin er ókeypis.
Andrea Heindriksdóttir og Anna Klett byrjaðu báðar at spæla tónleik á ungum árum í Tórshavn har grundarlagið fyri bæði vinalagið og yrkisleiðina varð lagt og eru tær síðani vorðnar ein grundarsteinur innan klassiska føroyska tónleikalívið. Eftir loknan lesna á Kongeliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn fóru tær hvør til sítt - Anna til víðari lesna uttanlanda og síðan til starv í millum annað Athelas Sinfonietta og Figura ensemble, og Andrea til áhaldandi og ótroyttiligt arbeiði á Tórshavnar Musikkskúla. Tær spæla báðar í kamartónleikabólkin Aldubáran har tær eru fastir limir og hava umframt tað spælt við Føroya Symfoniorkestur síðani allarfyrstu konsertini í 1983. Andrea og Anna fáa fylgið av fyrrverandi næmingum hjá Andreu, ElsaMariu Dam Kongslíð og Martu Torkilsdóttir, ið báðar lósu víðari á Musikhögskolan i Malmö og nú fylgja í fótafetunum hjá henni sum floytulærarar.
Bústaður
Ribarhús Fuglafjørður
14 Í Støð
Eysturoy
Hetta tiltakið er skipað av
Summartónar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar