Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Lívsdygd, trivnaður og umsorgan

Hvussu skapa vit ein góðan gerandisdag fyri fólk við demenssjúku?

Í sambandi við Altjóða Alzheimerdagin, sum er í september, skipar Alzheimerfelagið fyri áhugaverdum tiltaki í Varpinum týskvøldið 24. September.

SKRÁ

Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum bjóðar vælkomin

“Lívsdygd, trivnaður og persónssentrerað umsorgan. Hvussu skapa vit ein gerandisdag við trivnaði – við at motivera og inndraga fólk við demenssjúku?” Mette Søndergaard, ergoterapeutur og rithøvundur.

Kaffisteðgur

Framhald: “Lívsdygd, trivnaður og persónssentrerað umsorgan.” Mette Søndergaard.

“Hvat skal til fyri at skapa trivnað á einari demensdeild, sæð úr sjónarhorninum hjá einum avvarðandi” Poulina Poulsen, avvarðandi.

“Verkætlan, kommunal demenssamskipan – lýsing av virkseminum hjá einum kommunalum demenssamskipara” Unn Justinussen, næstforkvinna í Alzheimerfelagnum.

Orðstýrari: Guðrið Hovsgaard

Um Mette Søndergaard

Mette Søndergaard er útbúgvin ergoterapeutur. Hon hevur drúgvar royndir sum undirvísari m.a. frá Ergoterapeutskúlanum í Odense, Sociale Højskolen í Odense og á Demenssamskiparaútbúgvingini, sum fleiri starvsfólk innan demensøkið í Føroyum hava nomið sær.

Mette Søndergaard hevur skrivað tvær áhugaverdar bøkur:

“Demens og aktiviteter i et livshistorisk perspektiv, Academica 2004
“Livet i leve-bomiljø, OSI 2008
“Tað er ymiskt, sum motiverar ymisk fólk – og hetta ger seg eisini galdandi fyri fólk við demenssjúku. Tú finnur bert útav, hvat motiverar tað einstaka menniskjað, við at seta teg sjálva-/n til viks, vera forvitin og lurta væl eftir ella finna út av, hvat persónurin veruliga sigur ella reagerar uppá.

Fólk við demenssjúku, sum búgva á ellis- og røktarheimi, hava tørv á at vera við í viðkomandi gerandisvirksemi, eins og øll onnur.

Dagliga virksemið er nevniliga við til at hjálpa okkum at varðveita okkara samleika og persónsmensku, halda ymiskar funktiónir viðlíka og geva vælveru og lívsdygd. Men tann svinnandi kognitivi førleikin hjá fólki við demenssjúku, ger tað avbjóðandi fyri tann sjúka at skapa ein innihaldsríkan gerandisdag. Tí hava fólk við demenssjúku ein serligan tørv á motivatión og stuðli fyri at halda á við gerandisvirkseminum.

Fólk við demenssjúku hava brúk fyri, at umhvørvið og starvsfólk, sum eru um tey, motivera, stuðla og síggja møguleikar fyri at fáa hvønn einstakan við í ymiskt gerandisvirksemi.

Við mínum nógvu ára royndum sum undirvísari og mennari innan eldra- og demensumráðið, verði eg enn hugtikin av tí heilt serliga í lívinum hjá einum menniskja: At flenna, sansa, brúka egnar førleikar og kenna seg týdningarmiklan saman við øðrum menniskjum. Eins og eg framhaldandi eri sera upptikin av at ávirka og menna umsorganarmentanina í eina djarvari og meira hugfloygda kós, har arbeitt verður við størri fakligum fokus á mentala trivnaðin"

Bústaður

Varpið

2 Klaksviksvegur

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar