Ársins Ambassadørur og Ársins Ambassadørátak kosin 

Í gjárkvøldið vórðu ársins ambassadørur og ársins ambassadørátak innan vinnuferðavinnu kosin. Shahin Gaini, yvirlækni og PhD á Landssjúkrahúsinum, varð heiðraður sum ársins ambassadørur og Fimleikasamband Føroya, við Katrini Abrahamsen sum forkvinnu, varð heiðrað fyri stóru fimleikakappingina NEC 2017, sum var í Føroyum í fjør. Eisini varð eitt serligt heiðursbræv latið Jákupi Sørensen, ráðgeva í NORA, fyri nýhugsandi tiltakið Blue Fashion Challenge.

 

Ambassadørnetverkið, sum varð stovnað 18. mars 2016, telist umleið 80 fólk. Tey sita øll í altjóða nevndum og feløgum, sum hava møguleika fyri at fáa fundir og ráðstevnur til Føroyar. 
Vinnuferðavinnan í Føroyum verður roknað sum ein sera burðardyggur partur av ferðavinnuni. Hesin bólkurin av ferðandi leggur umleið tríggjar ferðir so nógvan pening eftir seg um dagin í mun til frítíðarferðafólk, eins og at tey vitja aðrar tíðir av árinum enn vanlig ferðafólk. 

 

Dagurin í gjár, sum Visit Faroe Islands skipaði fyri, byrjaði við einum fyrilestri í Finsen, sum Roger Kellerman frá altjóða tíðarritinum Meetings International helt. Roger segði millum annað, at stórir møguleikar liggja í hesum segmentinum av ferðavinnuni, og at fyri Føroyar kann hetta hava stórar inntøkur við sær. Eisini greiddi Shahin Gaini frá eini stórari ráðstevnu, sum hann var vertur fyri í Føroyum seinasta ár. Ambassadørarnir fingu eisini høvið at hitta allar veitararnar innan vinnuferðavinnu í Føroyum. 

Um kvøldið varð ein veitsla hildin á matstovuni The Tarv í Havn, har ársins ambassadørur og ársins ambassadørátak vórðu kosin, umframt at eitt serligt heiðursbræv bleiv handað. Tað vóru umboð fyri Atlantic Airways, Fróðskaparsetur Føroya og Visit Faroe Islands, ið valdu ársins ambassadør og ársins ambassadørátak, og sum valdu at lata serliga heiðursbrævið í ár fyri nýskapan/innovatión.

 

Grundgevingar frá nevndini:

Ársins Ambassadørur 2018: Shahin Gaini, yvirlækni, PhD

Í 2017 var Shahin Gaini vertur fyri stóru læknaráðstevnuni NSCMID 2017 í Føroyum, har 400 fólk luttóku. Shahin fór við stórum ágrýtni undir verkætlanina. Hann setti sær fyrst og fremst fyri at seta eina skrá saman á einum fakliga spennandi og sera høgum støði. Samstundis hevði hann alla tíðina í huga, at hetta skuldi vera ein ráðstevna, har ráðstevnuluttakararnir gjørdust tilvitaðir um, at tey vóru í Føroyum. Hann fekk mentan og føroyska huglagið inn í ráðstevnuna við føroyskum dansi og føroyskari veitslu. Hann var eisini tilvitaður um, at ráðstevnugestirnir skuldu royna tann føroyska matin. 

 Eisini megnaði hann at fáa kunning út til vanliga føroyingin, sum fekk gagn av viðkomandi vitanini, sum ráðstevnan dró til Havnina. 

 

Ársins Ambassadørátak 2018: Katrin Abrahamsen, Fimleikasamband Føroya

 Enn einaferð megnaði Fimleikasamband Føroya at fáa eitt stórt altjóða tiltak til Føroya í 2017. Talan er um North European Championship 2017, NEC, í oktober mánað, sum dró 60 dómarar og 110 íðkarar til sín, eins og fleiri viðhaldsfólk. Sambært luttakarunum í kappingini, so var hetta besta NEC kapping, sum tey nakrantíð høvdu luttikið í. 

 Tiltøkini hjá Fimleikasambandinum hava verið sermerkt av stórari professionalismu og sera høgari dygd, alt frá yvirskipaðu fyriskipanini og niður í allarminstu smálutirnar. 

 

 

Heiðursprísurin: Jákup Sørensen, Nora

 Dómsnevndin hevur valt at geva ein serligan heiðursprís fyri nýhugsandi átakið Blue Fashion Challenge, sum varð hildið í august 2017. Hetta tiltakið hevur á ein heilt serligan hátt varpað ljós á tilfeingið, sum vit eiga í havinum, og hvussu hetta kann nýtast á øðrvísi mátar. Eisini hevur tiltakið varpað ljós á týdningin av endurnýtslu av tilfeingi og hvørjir møguleikar eru fyri hesum í burðardyggari sniðgávu. Heiðursprísurin verður eisini givin, tí altjóða PR er hugsað inn í tiltakið frá byrjan, har kendi mótafotografurin Tommy Ton varð bókaður til tiltakið. 

 

Tiltakið ber brá av einum ambassadøri, sum hugsar stórar tankar, og sum torir at føra teir út í veruleikan. Hendan hugburð vil dómsnevndin fegin heiðra við einum heiðursprísi.​