Fundist í egnum landi

Kom og uppliv tað, ið vanliga bert útlendingar uppliva.

Undir vanligum umstøðum høvdu vinnuferðavinnugestir fylt okkara gistingar- og fundarhølir vetrarhálvuna. Tey høvdu notið okkara framúrskarandi hentleikar, náttúru og upplivingar á hægsta støði. Men árið í ár er ikki eitt vanligt ár. 

Hetta kann kortini síggjast sum eitt gylt høvi hjá føroyskum fyritøkum og stovnum at royna hesar upplivingar. 

Viðhvørt skulu stór og lítil mál viðgerast. Viðhvørt skulu starvsfólkini fagnast. Viðhvørt skulu úrslit feirast. Kring landið eru fundarstøð og útferðarfyriskiparar við dugnaligum starvsfólkum til reiðar at taka ímóti og gera samskipanina og karmarnar so góðar og tryggar sum gjørligt.

Tey duga at spyrja teg røttu spurningarnar áðrenn fundin. So tú veitst, at tit saman fara at fáa sum mest burturúr. Tit fáa ein stuttligari fund og uppliving. Ein meiri viðkomandi fund. Ein fund, har øll taka lut og blanda seg. Ein fund, har tit øll eru partur av úrslitinum. 

Út í náttúruna at nullstilla sinnið. Hann melur av ymsum ættum og kanska verður onkur sólglotti, bæði so og so. Opna fyri sansaapparatinum: Lat hurðar upp, ger borglið breið, tí størsta tilfeingið situr millum oyruni á starvsfólkunum. 

“Vit liva í serstøkum tíðum, og starvsfólk hava kanska tørv á eyka orku hesa myrku tíðina,” sigur Annleyg Lamhauge, leiðari innan fundarferðavinnu á Visit Faroe Islands. 

“Við at gera sær dælt av teimum mongu spennandi fundarupplivingunum, eru føroyskar fyritøkur við til at stuðla føroysku ferðavinnuna, og fáa samstundis eina heilt serstaka uppliving.”

Á heimasíðuni Fundist í egnum landi ber til at síggja pakkar við øðrvísi fundum í Føroyum.