• slider category icon

tiltak í Løkshøll um landbúnaðarferðavinnu
 

Fríggjadagin 10. novembur verður alment tiltak í Løkshøll um landbúnaðarferðavinnu. Endamálið við tiltakinum er at leggja fram úrslit og tilmæli frá eini verkætlan sum Visit Faroe Islands saman við Búnaðargrunninum settu skjøtul á fyrst í hesum árinum.

 

Føroyingar eru vorðnir meira tilvitaðir um týdninginum av føroyska tilfeinginum og at fremja átøk sum geva lættari atgongd til stuttfluttar vørur. Somuleiðis hava ferðafólk fingið eyga á upplivingarnar, sum kunnu fáast saman við teimum, ið røkja jørð og kríatúr.
 

Menningarmøguleikar eru í samanrenningini millum landbúnaðin og ferðavinnuna. Við røttu átøkunum ber til at gagnnýta vaksandi áhugan og møguleikarnar munandi betri.

Á tiltakinum seta vit sjóneykuna á hesar menningarmøguleikar. Umframt at kanningarúrslit og tilmæli verða umrødd, verða eisini framløgur um menning og rák innan landbúnað, ferðavinnu, matvørumenning og íverksetan. Í steðginum fáa luttakarar høvi at práta við stovnar og fyritøkur o.o., ið virka innan økið. Sí skránna fyri tiltakið her.

 

Seinnapartin leggur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fram nýggja landbúnaðarpolitikkin hjá samgonguni.

                                                                                                           

Tiltakið, sum er frá kl. 09-14.30, er ókeypis, og neyðugt við tilmeldingFreistin at tekna seg er fríggjadagin 3. novembur.