SIG FRÁ SØGUNI UM FØROYAR 0.2

 Næsta tiltakið í fyrilestrarøðini, hjá Visit Faroe Islands, ið kastar ljós á evni ið eru serliga áhugaverd at greiða ferðafólki frá.

Góða frásøgnin og vitan um landið vit øll umboða, er avgerandi vilja vit veita gestum eina góða tænastu. Jú betri kunnaði ferðafólk eru, betri er grundarlagið eisini fyri áhugaðum gestum, ið vísa tí serføroyska áhuga og virðing.   

 

Um tú hevur hug at endurnýggja tína vitan um Føroyar og at betra um frásøguførleikarnar, er upplagt at koma við á fyrilestrarøðina.

 

Næsti fyrilesturin verður á Listasavninum hóskvøldið 23. februar kl. 19-21. Kaffi verður í steðginum.

 

Fyrilestrahaldarar verða:

Knút Háberg Eysturstein – Føroysk tónleikasøga

Jóhannis Danielsen – Fuglar í Føroyum

Anna Maria Dam Ziska – Føroysk listasøga

 

Anna Maria vísir runt á savninum.

 

Seinasta tiltakið í røðini verður 22. mars. Nærri kunning verða um hetta seinni. 

 

Tiltøkini eru ókeypis, men neyðugt er við tilmelding.

 

Vælkomin!