SKEIÐ: BURÐARDYGG MATGERÐ OG NJÓTILSI – UTTAN MATOYÐSL!

FIMM DAGA SKEIÐ VIÐ GUTTA WINTHER Á MAT & MOLDMENTANARHÁSKÚLANUM Á SANDI 15. – 19. NOVEMBER.

 

Visit Faroe Islands bjóðar sum liður í fyrilestrarøðini ‘Burðardygg matgerð í ferðavinnuni’ skeiðið ‘Burðardygg matgerð og njótilsi – uttan matoyðsl!’ fyri minni enn hálvan prís til fólk í ferðavinnuni.

Stutt um skeiðið:
Á hesum fimm-daga skeiðnum læra vit at matgera, stykkini av seyði sum mangan verða undirmett, saman við nýupptiknum føroyskum grønmeti og stórum kærleika. Vit taka grøði upp, bretta upp ermar og seta  stoypijarnsgrýturnar á borðið og matgera tað, ið aloftast verður tveitt burtur.

Málið er smakkgóðar máltíðir, og at borga fyri tí, hava vit fingið kokkin Gutta Winther at læra frá sær.

Skriva títt navn, navn á fyritøkuni og hvussu tú ert tengd/-ur at ferðavinnuni til alda@visitfaroeislands.com at melda teg til skeiðið. Kostnaður er 1500kr pr. luttakara, ið er minni enn helvtin av vanliga skeiðskostnaðinum.

Seinasta freist at melda seg er 13. november á midnátt.

Les meira um skeiði her.