Tiltak um staðbunda matmarknaðin - sølutorg og felagsskapur fyri føroyska matframleiðslu!

Sølumentanin við staðbundnum matmarknaðum hevur veruliga tikið dik á seg seinastu árini. Marknaðirnir stimbra sølu og menning, og virka fyri at knýta bond millum framleiðarar og kundar - bæði vinnuliga og privat.

Á okkara egna staðbundna matmarknaði fáa vitjandi møguleika at sansa og smakka margfeldi av føroysku matvørunum. Við matmarknaðinum byggja okkara matframleiðarar sín egna felagsskap, har staðbundin framleiðsla, góðska og burðardygd eru í hásæti.

Ert tú matframleiðari, sum hugsar um at royna nýggjar søluleiðir og ynskir at frætta meira um marknaðarsølu, er hetta tiltakið ætlað júst tær. Umframt kunnandi framløgur, verður eisini høvið at seta spurningar og fáa eitt nærri prát við aðrar matframleiðarar.

 

  • Sunniva G. Mortensen, samskipari av staðbundna matmarknaðinum, kunnar um aðalmálið við marknaðinum og um hvussu tú kanst gerast partur av serliga felagsskapinum.
  • Jónhild Jacobsen frá Uttastovugarði á Sandi sigur frá egnum royndum við at selja á matmarknaðinum.

Kunnandi tiltakið um staðbundna matmarknaðin verður týsdagin 14 mai kl. 16:00-18:00 á Búnaðarstovuni í Kollafirði.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Neyðugt er tó við tilmelding á atgongumerki.fo.