Verkstova: Lær at gera film við fartelefon

Visit Faroe Islands skipar fyri forkunnugari verkstovu um at gera film við fartelefonini. Á verkstovuni lærir tú bæði at gera góðar upptøkur, klippa og at eftirviðgera filmin bara við at nýta fartelefonina. 

Verkstovan verður týsdagin 15. juni og er ætlað teimum, ið starvast innan ferðavinnuna. 

Tey flestu í ferðavinnuni hava tørv á at framleiða filmsbrot í sambandi við m.a. sosialar miðlar. Tað er lættari nú enn nakrantíð, tí fartelefonin gevur øllum møguleika at filma og klippa bæði filmar og lýsingar beinleiðis á fartelefonini. 

 Verkstovan er bæði til tín, sum hevur roynt teg við filmi og ynskir at læra meira, og til tín, sum ongar royndir hevur. Verkstovan er fyri ung sum eldri. Ongin grundvitan krevst frammanundan. Øll kunnu luttaka. 

Skeiðshaldarar eru Maria Winther Olsen og Beinta Haraldsen, sum báðar hava drúgvar royndir í filmsvinnuni. 

 

Á verkstovuni fært tú grundleggjandi undirvísing í:

·  at filma

·  at taka ljóð upp

·  filmsmáli

·  myndabygnaði

·  vinklum

·  ljósi

·  at klippa eitt filmsbrot saman

·  at leggja tónleik og talu á

·  at leggja tekst á

·  at leggja filmin út 

 

Tú lærir harumframt at nýta forritið Adobe Premiere Rush, ið er eitt ókeypis forrit at klippa og eftirviðgera filmar við á fartelefonini.  

Hetta verður ein ógvuliga praktisk verkstova, har luttakarar fáa høvi at læra at gera filmsbrot frá byrjan til enda. 

Íroknað skeiðsgjaldið er morgunmatur og døgurði, umframt te/kaffi og okkurt søtt til góman, bæði fyrrapart og seinnapart. 

 

Um Mariu Winther Olsen
Maria Winther Olsen hevur drúgvar royndir sum filmsleikstjóri og hevur fingist við mestsum alt innan film í Føroyum: spælifilm, stuttfilm, dokumentarfilm og videoløg. Umframt hetta, hevur hon arbeitt fyri Kringvarp Føroya. Maria hevur harumframt undirvíst í filmsframleiðslu seinastu 10 árini og er ein av stovnarunum av filmsskúlanum Nóllywood, sum hon hevur staðið fyri í nógv ár.  

 

Um Beintu Haraldsen

Beinta Haraldsen hevur drúgvar royndir sum filmsframleiðari, samskipari og fiksari. Hon hevur arbeitt við fleiri stórum spælifilmum, videoløgum, dokumentarfilmum og fleiri stórum útlendskum framleiðslum, m.a. fyri Mastercard og Samsung. Hon hevur harumframt drúgvar royndir sum myndakvinna og sum undirvísari innan myndatøku, filmi, verkætlanarleiðslu í Trello og amboðnum Business Model Canvas. Beinta hevur eisini verið høvuðsleiðari av filmsskúlanum Nóllywood síðan 2018. 

 

Verkstovan verður á hildin á Hotel Vágum týsdagin 15. juni frá kl. 9.30 til 16.00.

Kostnaður fyri starvsfólk í ferðavinnuni er 550,- (Vanligur prísur er 1980,- + mvg).