Verkstova: Saman um tað sosiala

Sum liður í røðini av verkstovum, sum Visit Faroe Islands skipar fyri komandi tíðina, verður bjóðað á næstu verkstovuna, ið ber heitið “Saman um tað sosiala.” Hon verður hildin í Havn, týsdagin 8. desember. Øll, sum arbeiða í og eru áhugað í ferðavinnuni, kunnu tekna seg.

At vera virkin á sosialu miðlunum er vorðið eitt krav. Nú á døgum vænta kundar, at tín fyritøka ella stovnur er at finna á sosialu miðlunum. At nýta sosialu miðlarnar er ein frálíkur máti at røkka tínum kundum, fáa týdningarmikil innlit í, hvussu tínir kundar uppføra seg, og at vaksa um títt vørumerki. 

Á verkstovuni, ið ber heitið “Saman um tað sosiala”, fara ymisk serkøn innan sosialar miðlar at greiða frá um teirra arbeiði og royndir við Instagram og Facebook. 


Fyrilestrahaldarar eru: 

Saviour Mifsud og Gilli Brend í Hoyvík, myndamenn við egnum Instagram vangum

Sissal Kristiansen og Jóhanna á Steinum, kvinnurnar handan Ullvøruhúsið

Harriet Olafsdóttir, mynda- og listakvinna við heimablídni 

Ann Krista í Dali, ið røkir sosialu miðlarnar hjá Gist & Vist

 

Evnini á verkstovuni vera m.a.:

  • Góð ráð um at byrja ein Instagram vanga
  • Um at arbeiða við nýggjum myndavinklum
  • Dømi um, hvussu sosialir miðlar økja um søluna
  • Hvussu persónligar søgur kunnu styrkja trúfesti mótvegis vørumerkinum
  • Hvussu Instagram og Facebook kunnu nýtast á føroyska og útlendska marknaðin
  • Hvussu fyritøkur kunnu samstarva við myndafólk og ávirkarar um tilfar til sosialar miðlar 

Hugnaløta verður aftaná við holukøkum og gløgg, og vøkrum tónum frá Gretu Svabo Bech.

Seinasta freist at melda til er 3. desember á midnátt, ella tá einki pláss er eftir. Tilmelding fer fram á atgongumerki.fo

Verkstovan er liður í arbeiðinum hjá Visit Faroe Islands at førleikamenna einstaklingar og fyritøkur, ið royna at røkka út til ferðafólk. Støðan í ferðavinnuni í løtuni er álvarsom. Talgildu miðlarnir eru alneyðug amboð fyri at halda samband við fólk kring heimin, soleiðis at føroyska ferðavinnan er til reiðar, tá ið tað aftur ber til hjá fólki at ferðast til Føroyar sum vant. Verkstovan er samstundis eitt høvi at hittast og stuðla hvør øðrum, og at fáa nýggj samstørv í lag.
 

Fyrsta verkstovan, ið varð hildin týsdagin 24. november, fekk sera góða undirtøku. Fleiri enn 80 fólk tóku lut.