Visit Faroe Islands gjørt síðu, sum samlar fakta um ferðavinnu

Nú tað er háárstíð í ferðavinnuni og eitt løgtingsval stendur fyri framman, verður dúgliga kjakast um ferðavinnuna. Viðhvørt ber kjakið brá av, at tørvur er á fakta um føroysku ferðavinnuna.

Visit Faroe Islands hevur samlað tey hagtøl, ið eru at finna um ferðavinnuna, á eina síðu, soleiðis at tað er lætt og ómakaleyst at fáa fatur í røttum hagtølum.

Síðani inniheldur eisini eitt yvirlit yvir, hvussu gongd í haga er skipað í øðrum londum kring heimin, umframt útsagnir frá fólki, sum antin hava beinleiðis ella óbeinleiðis tilknýti til ferðavinnu, um, hvørjar ágóðar ferðavinna gevur føroyingum, føroyskum fyritøkum og føroyska samfelagnum. 

Síðan eitur www.ferdavinnufakta.fo