What’s On: Yvirlit yvir øll tiltøk í Føroyum

Vilt tú vita hvat, nær og hvar ymiskt hendir í Føroyum? Far inn á www.whatson.fo

What’s On samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu, sum ger tað lætt at fáa yvirlit yvir, hvat hendir. Konsertir, framløgur, sjónleikur, matupplivingar og mangt annað.

Á síðuni kanst tú velja ymiskt til og frá, til dømis nær tiltakið hendir, hvar í landinum tað hendir ella í hvørjum bólki, tiltakið hoyrir til. 

Kunningin finst á føroyskum og enskum. 

 

Barbara Samuelsen, leiðari á Visit Tórshavn, sigur:

“Vit hava leingi havt tørv á einum platformi, sum samlar øll tiltøk í Føroyum. What’s On er eitt fantastist amboð til júst hetta. Síðan er løtt og ókeypis at brúka, bæði hjá borgarum og hjá teimum, sum hava tiltøk at leggja út. Vit eru sera fegin um, at hetta er ment í samstarvi millum kunningarstovur og Visit Faroe Islands. Vit fegnast um, at undirtøkan longu nú er góð, og vóna, at føroyginar taka What’s On til sín.”

 

Skráset títt egna tiltak

Ein og hvør kann skráseta eitt tiltak á What’s On. Skipanina er sera einføld, løtt at brúka og ókeypis. 

Øll tiltøk, sum verða skrásett, skulu góðkennast áðrenn tey verða løgd út á What’s On. Kunningarstovurnar kring landið umsita og góðkenna tiltøk, sum verða skrásett í teirra øki.

Fleiri hundrað tiltøk (events) og fleiri enn 400 støð (places) eru longu nú skrásett á What’s On. 

 

What’s On er ein sjálvstøðug síða, sum verður at finna á síðum hjá kunningarstovum og tíðindaportalum, umframt ein undirsíða hjá Visit Faroe Islands. Nógvir útlendingar nýta longu What’s On at finna fram til, hvat hendir í Føroyum. Við tað, at kunningin eisini er at finna á føroyskum, verður lagt upp til, at føroyingar eisini fáa høvi at nýta síðuna.