Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Belly Dance for Gaza

Skeið á Byrjunarstøði í Raqs Sharqi

Vælkomin á eitt skeið, har vit fara at dansa arabiskan búkdans, eisini kallaður Raqs Sharqi 💃

🌸Skeiðið er býtt í tvær verkstovur, og tú kanst velja at koma á báðar ella bara á aðra.

🌸Verkstovurnar eru á byrjanarstøði og eru fyri allar aldrar, kyn og kroppar, sum hava hug at dansa feminint og stuttleika sær saman við øðrum.

🌸Saman fara vit at skapa eitt trygt og frítt rúm, við kærleika til okkum sjálvi og dansin.

🌸Á hesum skeiðinum fert tú at læra kroppin hjá tær betur at kenna, samstundis sum tú dansar saman við vakra arabiska tónleikinum. Vit fara at uppliva arabisku listina ígjøgnum dansin og víðka okkara sjónarring, bæði sálarliga og kropsliga.

🌸Allur peningurin frá skeiðinum fer óskerdur til humanitera hjálp í Gaza ígjøgnum hjálparfelagsskapin Oxfam.

🙏Um peningur ger tað trupult hjá tær at verða við, skriva endiliga til mín, og vit finna útav onkrum saman.

🌸Av tí at hetta er eitt stuðulstiltak, eru fleiri prísir at velja ímillum, alt eftir hvat tú hevur møguleika fyri.

🖤Prísur fyri eina verkstovu:

🤍Vanligt atgongumerki: 175 kr
💚Solidaritets atgongumerki: 225 kr
♥️Gávumilt atgongumerki: 275 kr

🖤Keypir tú báðar verkstovurnar:

🤍Vanligt atgongumerki: 250 kr
💚Solidaritets atgongumerki: 350 kr
♥️Gávumilt atgongumerki: 450 kr

🌸Fyrsta verkstovan verður leygardagin 3. oktober kl. 12–13.30.

🌸Onnur verkstovan verður sunnudagin 4. oktober kl. 13.30–15.00.

🌸Tiltakið verður hildið á Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14.

🌸Skeiðið verður hildið á føroyskum ella enskum, alt eftir tørvi.

🌸Melda teg til við at skriva til mín á mail: marintorgard@yahoo.com

Eg gleði meg so nógv at síggja teg og at dansa saman við tær! 💃🫶🏾

Marin 💖

Bústaður

Føroya Fólkaháskúli

14 Háskúlavegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar