Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Chat-GPT verkstova
Fá meiri at vita um máttmikla ChatGPT kjattbottin á 3 tíma intensivu verkstovu
Fá meiri at vita um máttmikla ChatGPT kjattbottin á okkara 3 tíma intensivu verkstovu, har tú lærir at nágreina virkisætlanir, betra kundatænastu og tillaga tykkara kunning neyvari og skjótari. Lær um framkomnu eginleikarnar hjá ChatGPT – ikki bert at gera samandrátt og greina tekst úr torgreiddum skjølum – men eisini at sjónliggera tilfar, sum kann styrkja framløgur og dátugreining.
Við áherðslu á tað verkliga, fer 80% av verkstovuni at snúgva seg um praktiskar uppgávur til at tvinna vitlíki (AI) saman við títt fakliga arbeiði.
Hevur hetta tín áhuga, so melda til verkstovuna og fá kunnleika um næsta ættarlið av samskiftisamboðum. Fá tær førleikar at brúka ChatGPT – ikki bert fyri at betra skrivligt samskifti – men eisini at gera framløgur og greiningar meiri livandi. Tak fyrsta stigið inn í nýggja heimin við vitlíki (AI) á okkara praktisku verkstovu og styrk tínar arbeiðsførleikar.
Tað er Søren Bo Andersen úr Danmark, ið fer at leiða verkstovuna. Søren hevur Ph.D. í psykofysiologi við EEG og persónsmensku sum sergrein. Hann hevur arbeitt nógv við gransking og miðling sum fyrrverandi granskingarleiðari á Veteran-miðstøðini hjá danska herinum og eftir tað í egnari fyritøku. Søren hevur sjálvur sæð fyrimunir við vitlíki sum ChatGPT til at styrkja gransking og miðling, og fer á verkstovuni at greiða frá, hvussu vitlíki kann brúkast í slíkum samanhangi.
Les meira um verkstovuna, sum eisini verður hildin seinnapart, á www.bituff.com
Bústaður
Hotel Runavík
Heiðavegur 6
Eysturoy
Hetta tiltakið er skipað av
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar