Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum

Sálarligur harðskapur er evnið á altjóða degnum móti harðskapi móti kvinnum

Høli: Skálin
Longd: 13.00 - 16.00

Sig Frá, Kvinnuhúsið, Kvinnufelagið í Havn, Amnesty International Føroyar skipa fyri tiltakinum í samstarvi við Norðurlandahúsið. Hóast sálarligur harðskapur kann vera eins oyðileggjandi og likamligur harðskapur, er eingin áseting í føroysku revsilógini, ið kriminaliserar sálarligan harðskap í sjálvum sær. Tað sama er galdandi við tráfylging.

Sálarligur og likamligur harðskapur eru knýttir, tí tað vísir seg, at likamligur harðskapur aloftast byrjar sum sálarligur harðskapur. Sálarligur harðskapur kann vera eins oyðileggjandi sum likamligur harðskapur, og kann fara fram í nógv ár, áðrenn likamligi harðskapurin byrjar. Sálarligur harðskapur kann sostatt vera ein fyriboðan um likamligan harðskap, og við at kriminalisera sálarligan harðskap er tað tí hugsandi, at vit í ávísan mun eisini kunnu fyribyrgja likamligum harðskapi.

Á tiltakinum verða tvær framløgur og ein persónlig frásøgn, sum geva okkum eitt innlit í eykennini og arbeiðið við sálarligum harðskapi umframt royndirnar við at kriminalisera sálarligan harðskap í grannalondunum.

Skrá :

Les meira á heimasíðuni hjá Amnesty International

Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur