Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Fjølmentanarfamiljulegan

  • Bál á Fjølmentanarfamiljuleguni

Eitt hugnaligt vikuskifti við samveru, kreativiteti og stuttleika fyri familjur

Familjulegan er fyri familjur við tilflytara- ella flóttafólkabakgrund – tað merkir, at í minsta lagi ein í familjuni skal vera tilflytari/flóttafólk ella hava tilflytara-/flóttafólkabakgrund.

Skráin fevnir m.a. um:
- Spennandi verkstovur
- Skapandi og stuttligar aktivitetir fyri bæði børn og vaksin
- Tónleik, spøl og felags máltíðir
- Nógva tíð at slappa av og vera saman á óformligan hátt

Tað er Reyði Krossur, sum stendur fyri leguni, og verður hon hildin í samsvari við aðalreglurnar hjá Reyða Krossi, ið fevna um menniskjaliga virðing, at vera ópartísk og óheft, og er opin fyri øllum fólkum, uttan mun til uppruna, støðu ella trúgv.

Høvuðsmálini á leguni eru føroyskt og enskt. Vit miða eftir at skapa eina legu har øll hoyra til og kenna seg vælkomin at luttaka.

Les meira um leguna og melda til her: https://www.redcross.fo/.../familjulegan-intercultural...
Tú er eisini vælkomin at tekna teg sum sjálvboðin, um tú hevur hug at hjálpa okkum við sosialu aktivitetunum ella í køkinum.

Hevur tú spurningar? Skriva til familjulega@redcross.fo

Bústaður

Leguhúsið í Nesvík

Nesvík

Streymoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar