Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Foreldracafé á Bókasavninum við Løkin

  • Foreldracafé 5. nov.

Kom og hitt onnur foreldur, og tak tær av løttum við einum kaffimunni

Kom og vitja bókasavnið við børnunum - vit hava kaffi á kannuni, leikur at spæla við og eina rúgvu av bókum at læna ella at lesa á staðnum. Ein heilsufrøðingur frá Gigni verður eisini við á caféini, so til ber at tosa um heilsu og trivna hjá børnunum.

Vit hava havt hesar foreldracaféirnar nú í eitt lítið ár, og áhugin hevur verið vaksandi. Tí leggja vit aftur nakrar foreldracafeír á skrá nú í heyst. Ætlanin er at hava ein morgun um mánaðin, har foreldur og onnur kunnu koma á bókasavnið at hugna sær við børnunum - at lesa saman við teimum og fáa sær ein duss.
Tá tað ber til, fara vit at fáa vitjan av einum heilsufrøðingi frá Gigni, sum er til reiðar at svara spurningum sum tú kanska gongur við.
Vit gleða okkum at síggja teg!

Bústaður

Løkin Library

Rókavegur

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur