Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

STROYMDUR FYRILESTUR: Stjørnukikarin

  • stroymdur fyrilestur

Beinleiðis stroymdur fyrilestur í náttúruvísindi frá Aarhus Universiteti.

Við stjørnukikarum fáa vit ikki einans vakrar myndir - vit fáa eisini vitan um ma. big bang, og um, hvussu alheimurin støðugt gerst størri, um frumevni í stjørnum, um stjørnur uttan fyri okkara sólskipan og nógv annað.
Hans Kjeldsen, professari, og Hans Buhl, savnsfyristovumaður, greiða frá søguni um stjørnukikaran og um, hvussu hann er lykilin til fatanina av alheiminum.
---
Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Løkshøll og á Bókasavninum við Løkin. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Sø auditorierne í Aarhus. Einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar er beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, og vanliga eru fleiri onnur støð í Føroyum við. Fyrilestrarnir eru ókeypis.
Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar við høgum akademiskum støði; uppleggið er tó, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilesturhaldaran, og møguleiki er at seta spurningar og fáa svar.
---
Ein steðgur er í tiltakinum, og tá bjóða vit ein ókeypis drekkamunn

Bústaður

Løkshøll conference hall

Rókavegur 1

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur