Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Guðrið Hansdóttir

Sýrublað - frískt, knasandi, grønt og eitt sindur sýrut

Tónleikurin er sum at bíta í eitt sýrublað – frískur, knasandi, grønur og eitt sindur sýrutur, sigur Guðrið Hansdóttir.

Guðrið er aftur plátuaktuell við heildarútgávuni Sýrublað, sum kemur út 10. apríl 2026. Tað er Høgni Lisberg, sum hevur framleitt útgávuna.

Tónleikurin er ráur og fjálgur fólkapoppur við íblástri frá country, reggae og rokki.

Tekstirnir eru skrivaðir av Beini Bergsyni og snúgva seg millum annað um modernað rótloysi, longsulin eftir stillu náttúruni og yðjandi lívinum í býnum, stúranina fyri framtíðini og lívið við angist.

Guðrið Hansdóttir hevur verið virkin tónleikari síðan aldarskiftið og hevur givið út seks heildarútgávur. Seinasta útgávan, Gult myrkur, varð vald bæði ársins útgáva og ársins tekstur á FMA í 2023.

Tónleikarar á konsertini
Guðrið Hansdóttir: sang, guitar, blokkfloyta
Høgni Lisberg: trummur, kór
Benjamin Petersen: guitar
Vinjar Egilsnes Petersen: ljómborð, klaver
Árni Johannesarson: bass
Marianna Winter Nagata: kór

Mynd: Kristin Helgadóttir

Bústaður

Listastovan

Gummaldagøta 2

Vágar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar