Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Himmerland (DK/SE/SCT) og Spælimenninir 50 ár (FO/

  • Himmerland ferðast í hesum døgum kring partar av heiminum við nýggjum tónleiki, sum hesir garvaðu tónleikararnir hava komponerað. Tónleikurin sprettur úr ymsum genrum, traditiónum og mentanum. Allastaðni spjaða tey gleði og rúnarbinda áhoyraran við síni serligu blanding av gomlum donskum sangum, góðum fiól tónleiki og improvisatiónum.

Himmerland ferðast í hesum døgum kring partar av heiminum við nýggjum tónleiki.

Himmerland ferðast í hesum døgum kring partar av heiminum við nýggjum tónleiki, sum hesir garvaðu tónleikararnir hava komponerað. Tónleikurin sprettur úr ymsum genrum, traditiónum og mentanum. Allastaðni spjaða tey gleði og rúnarbinda áhoyraran við síni serligu blanding av gomlum donskum sangum, góðum fiól tónleiki og improvisatiónum.

Kirstine Haugaard Sand (DK): sang og fiól
Eskil Romme (DK): sopransaksofon
Jens Ulvsand (SE): bouzouki og sang
Donald Hay (Scotl): trummur

Spælimenninir í Hoydølum 50 ár
Spælimenninir í Hoydølum byrjaðu í Studentaskúlanum í Hoydølum norðan fyri Tórshavn í August 1974. Tað vóru Kristian, Hans Ole og Maggi sum spældu við frá byrjan. Alistair kom upp í summarið 1976; Janne, Christina og Jógvan stutt eftir tað.

Teirra fyrstu upptøkur vóru gjørdar í 1977 við Kristiani Blak á klaver, "sangi" og hootch. Jógvan Dahl spældi banjo og gittar, Magnus Pauli Poulsen violin og streingjabass, Christina Lindén violin og sang, Hans Ole Larsen violin, Janne Danielsson violin, hardanger, spelåpipa og óljóð, meðan Alisatair Cochrane taldi niður og spældi á blokkfloytu, mandolin, tinfloytu, gittar og sang. Eldri limir, sum ikki vóru við á upptøkunum, vóru, Thorkild Rose frá Krusaa í Danmark á klarinet; Asbjørn Strøm av Tvøroyri á harmoniku; Keld Lund úr Keypmannahavn á streingjabassi; Kolbein Simonsen úr Tórshavn á elektriskum bassi; harafturat vóru fleiri onnur, sum eisini høvdu spælt við Spælimonnunum til ymisk høvi.

At byrja við spældu spælimenninir nógv til dans kring alt Føroyaland. Bólkurin stóð av innbjóðandi fólkatónleikarum úr nógvum londum og mentanum, og tónleikaskráin bleiv tí ávirkað av eini góðari blanding av skandinaviskum, norðuramerikanskum og bretskum fólkatónleiki.

Hvørt summar skipa Spælimenninir fyri, at ung sum gomul sleppa at spæla við hesum stóra bólkinum við yvir 20 tónleikarum. Soleiðis hava tey spælt á m.a. Fólkatónleikastevnuni og á G! festivalinum, v.m. Spælimenninir hava eisini givið øðrum bólkum íblástur til at stovna egnar bólkar í Føroyum.

Tónleikaskráin er vaksin nakað nógv síðani 70ini við løgum hjá óteljandi skøldum úr øllum londunum omanfyri, so nú í 2024 verður møguligt at hoyra og dansa til eitt heilt serligt føroyskt úrval av sangum.

Útgávur: Spælimenninir í Hoydølum: Spælimenninir í Hoydølum (1977), Umaftur (1978), Burturav (1980), Á ferð (1984), Spælimenninir: Rekaviður (1984), Hinvegin (1986), Flóð og Fjøra (1996), Malargrót (2003)

Spælimenninir: Erling Olsen, Lars Kristensen (violin), Sharon Weiss (blokkfloyta), Ívar Bærentsen (mandolin, gittar), Kristian Blak (klaver), Charlie Pilzer (bass)

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar