Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Hvat halda ung um leiðslu?

Hvat halda ung um leiðslu? – tú hugsar kanska, hvat meina tey við?

Jú, í stuttum kann sigast, at tað snýr seg um at vita, hvat tey ungu á arbeiðsmarknaðinum halda um, hvussu ein leiðari skal vera og hvat tey leggja dent á í arbeiðinum. Kanningar vísa, at tey ungu ynskja m.a.:
• At hava tætt samband við leiðaran
• At fáa vegleiðing og sparring
• At leiðarin lurtar og er sosialur
• At hava ávirkan á sítt starv
• At tað er góður trivnaður og stuttligt á arbeiðsplássinum

Hvussu eiga dagsins leiðarar at lofta hesum?

Kom til tiltakið!
Vit bjóða tær innlit í hvussu arbeiðsumhvørvið í Føroyum er við denti á tey ungu og innlit í arbeiðsmarknaðin og ættarliðini í Føroyum. Tað eru Annika Helgadóttir Davidsen og Durita Fagradal Augustinussen, sum leggja fram síni kanningarúrslit.

Vit hava savnað nøkur ung fólk, sum luttaka í panelpráti um ung og leiðslu.
Vit fara eisini at hoyra um, hvussu ein mentortilgongd er.

Vit práta, mingla og hoyra góðan tónleik.
Afturvið eru smábitar, køka, kaffi og annað leskiligt.
Ynskir tú at luttaka, vinarliga send eina fráboðan til barbara@mentor.fo í seinasta lagi mánadagin 11. november.

Føroya Mentorskipan, sum er ein almannagagnligur felagsskapur, arbeiðir við persónligari leiðslumenning av verandi og komandi leiðarum.

Bústaður

Varpið

2 Klaksviksvegur

Norðoyggjar

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur