Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Jens Søndergaard Kvintett (DK, FO, IS)

danskur saksofonleikari

Jens Christian Søndergård (f. 4. februar 1945 í Keypmannahavn) er danskur saksofonleikari (primert alto saksofon). Søndergård var limur í Leonardo Pedersen’s Jazzkapel í árunum 1967-1978, og frá 1978 var hann limur í Swingstyrke 7 og the Etta Cameron Group. Í 1981 stovnaði hann the Søndergård Quartet við millum øðrum Marilyn Mazur. Kvartettin hevur m.a havt akkompagment av Peter Poulsen í fleiri jazz og yrkingar tiltøkum. Hann hevur eisini samstarvað við m.o. amerikanskum saksofonleikarunum Lee Konits og Benny Golson. Søndergård spældi í bólkinum, White Label frá Odense í árunum 1980-1983, og í 1985 í bólkinum Unit 4, við m.o., klaverleikarinum Jørgen Emborg.
Jense Søndergård hevur spælt, og spælir enn, í ymiskum big bands. Í 2007 stovnaði hann bólkin Art of Pepper, sum hevur upptikið beinleiðis heildarútgávuna More Pepper. Í 2009 upptøk hann eina duo heildarútgávu við amerikanska klaverleikaranum Kenny Werner, sum vann Danish Jazz Record of the Year 2009. Jens Søndergård kvintet fer millum annað at framføra nýggj verk eftir Rógva á Rógvu.

Jens Søndergaard (saksofon)
Morten Grønvad (vibrafon)
Bergur Nielsen (gittar)
Niels Wilhelm Knudsen (bass)
Rógvi á Rógvu (trummur)

Bústaður

Blábar

Niels Finsensgøta 23

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur