Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Jól í gamla Klakksvíkshandlinum

Har góð barnaminni gerast ljóslivandi

🎄Jól í Gamla Klakksvíkshandlinum – ein ferð aftur í tíðina🎁
Leygardagin 29. november letur Gamli Klakksvíkshandilin aftur upp – og við tí byrjar jólastemningurin av álvara!🎄🌟🎁
Jólaátakið “Jól í Gamla Klakksvíkshandlinum” gevur tær eina (endur)uppliving av Klakksvíkshandlinum, sum hann sá út í trýssunum. Her finnur tú handil, apotek, skrivstovu, stovu og posthús – alt gjørt við nærlagni og umsorgan, so upplivingin verður so veruleikakend sum gjørligt og so tú fært kensluna av, hvussu lívið gekk fyri seg í gomlum døgum.
Hetta er ikki ein vanlig framsýning – hetta er ein livandi søga, har tú veruliga upplivir jólaandan, sum hann var fyrr.
Til samanberingar kann nevnast Den Gamle By í Aarhus, sum hvørt ár dregur fólk úr øllum heiminum við síni jólauppliving.
Bert tvey apotek av hesum slagnum eru eftir í øllum kongaríkinum – annað í Den Gamle By, og hitt her hjá okkum í Klaksvík.

Hetta er úrslitið av einum samstarvi millum Visit North og Norðoya Fornminnasavn.

Opið er hvørt vikuskifti í desember fram til jóla, umframt ein dag millum jól og nýggjár:
Leygardagin 29. november kl. 17.00–20.00
Sunnudagin 30. november kl. 14.00–18.00
Leygardagin 6. desember kl. 14.00–18.00
Sunnudagin 7. desember kl. 14.00–18.00
Leygardagin 13. desember kl. 14.00–18.00
Sunnudagin 14. desember kl. 14.00–18.00
Leygardagin 20. desember kl. 14.00–18.00
Sunnudagin 21. desember kl. 14.00–18.00
Mánadagin 29. desember kl. 14.00–18.00
Kom og uppliv jólini, sum tey vóru fyrr í tíðini 🎄🌟

Bústaður

Norðoya Fornminnasavn

86 Klaksviksvegur

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur