Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Jólafilmur: Super Klaus

Stuttligur og hugnaligur jólateknifilmur fyri alla familjuna

Svenski heimildarfilmurin 'Síðsta ferðin' er ein hjartanemandi filmur um at endurfinna lívsneistan og um sterku kærleiksbondini ímillum børn og foreldur.​

Eftir 40 ár sum lærari í fronskum í svenska býnum Köping fer Lars Hammer frá fyri aldur. Hann droymir um ein góðan aldurdóm við ferðum, víni og upplivingum saman við konuni Tiina. Men heldur enn at njóta frælsu tilveruna verður Lars alsamt meira passivur.

Tiina og sonurin Filip kenna ikki longur tann annars lívsglaða mannin og pápan.

Saman við besta vinmanninum og starvsfelagnum Fredrik tekur Filip avgerð um at fara á eina ferð við frankofila pápa sínum gjøgnum Frankaríki, og vónar at tendra lívsneistin hjá pápanum aftur.

Yvir 400.000 svenskarir hava sæð filmin og er hann sostatt mest sæddi heimildarfilmurin í Svøríki nakrantíð, og er eisini svenska tilnevningin til eina Oscar virðisløn.

Filmurin hevur fingið góð ummæli í donskum miðlum:

Ummælari í Berlingske gevur honum seks stjørnum og sigur: "Tað eru fáir filmar, ið av álvara kunnu broyta lívið. Tað haldi eg, at hesin kann".

Kim Skotte frá Politikken gevur eisini heimildarfilminum fimm út av seks møguligum stjørnum.

Filmurin er 90 minuttir, svensk tala og danskir tekstir

Bústaður

Løkshøll Cultural Venue

Rókavegur 1

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar