Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Jólasoul á Eiði

Kom og forkela tær oyruni við lekrum jólatónleiki frá fimm av fremstu sangarinnu

Jasmin Mote (jazzygold), Marianna W. Nagata (Marianna Winter), Dania O. Tausen, Katrina Olsen (Katari) og Anna Sofía Skoradal (gówa) + SWAY hava fingið fast pláss á jólakalendaranum hjá mongum við teirra framsúrskarandi jólashowi JÓLASOUL! Og 2024 er onki undantak – og tó. Fyri fyrstu ferð sleppa vit at koma í hendan heilt serliga jólahýrin, sum bara tær duga at mana fram, á Eiði.

Konsertin í ár er eisini heilt serlig, tí at hon er útgávukonsert fyri eina spildurnýggja føroyska jólaplátu, sum kvinnurnar handan Jólasoul hava framleitt.

Jasmin, Marianna, Dania, Katrina og Anna Sofía (tó upprunaliga Tamara Mneney) hava seinastu 4 árini skipað fyri egnari jólakonsert við heitinum Jólasoul, og framført fyri fullum salum í bæði Reinsarínum og Norðurlandahúsinum.

Hesar kvinnurnar teljast millum fremstu sangarinnur í Føroyum í løtuni við óteljandi ymsum tónleikaverkætlanum undir egnum navni og í ymiskum bólkum. Styrkin hjá Jólasoul er tann ymiskleikin, sum tær hvør sær standa fyri, og sum spælir so sera væl saman á pallinum og í ljóðmyndini. Tær framføra egnar útsetingar og týðingar av alskyns jólaløgum á føroyskum, norskum, enskum, donskum og íslendskum, og tær gera eisini nógv burturúr kórútsetingum til ymsu løgini.

Saman við sær hava tær eitt húsorkestur við navnframu tónleikarunum Vár Miðberg (trummur), Karl Andrias Stórá (bass), Kristian Pauli Ellefsen (klaver), Vinjar Egilsnes Petersen (synth) og Ari Johannesen (gittar). Ein bólkur sum lýsir av spæligleði, nýhugsan, samanhaldi og dygd.

Jólasoul konsertirnar hava verið nógv róstar øll árini, og áhoyrarar hava lýst tær at vera stuttligar, sárbarar, tjekkaðar, fullar av girl-power og síðst men ikki minst JÚST tað sum skuldi til fyri at koma í jólahýr.

Konsertin á Eiði er fyriskipað av Sunnuvu Bæk í samstarvi við Eiðis kommunu og við stuðli frá Økistónum.

Bústaður

Kolshøll

7 Geilin

Eysturoy

Sunnuva Bæk fyriskipan

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar