Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Lea Kampmann - Útgávukonsert

  • Í september 2024, gevur Lea Kampmann út fyrstu útgávu sína á føroyskum: Seinferð

Í september 2024, gevur Lea Kampmann út fyrstu útgávu sína á føroyskum: Seinferð

Tað var nakrar dagar fyri jólaaftan í 2022. Kavin lá sum ein tung dýna yvir Hoydalar. Teitur og eg sótu í upptøkuhølinum, í Hjallinum á gamla Sanatoriinum, og hugdu út á kavaflykrurnar, sum løgdu seg á sprossar, tøk og greinar kring okkum. Eg var sjúkrameldað við strongd frá konservatoriinum í Keypmannahavn, og eg var svimbul og pøst allatíðina, eisini tá eg lá í songini.

Men hendan desemberdagin settu Teitur og eg okkum fyri at skapa eina útgávu, ið var ein uppreistur ímóti tí skjótleikanum, sum ræður í dag. Ein innari uppreistur móti at halda, at ein skal renna eins skjótt sum hini, hóast tað ikki kennist rætt. Eg visti, at tað einasta, sum fór at gera meg fríska, var at loyva mær sjálvari at liva, skriva og syngja í seinferð. At tora at lata múrarnar, eg hevði bygt kring meg fella, og at tora at vera eg, á málinum, eg segði, eg elski teg á fyrstu ferð.

Flestu løgini á útgávuni snúgva seg um kærleika. Um mistan kærleika, vaksandi kærleika og minnir um ein kærleika, ið einaferð var. Løgini eru skrivaði saman við Teiti Lassen, ið eisini hevur framleitt útgávuna. Alt á útgávuni er spælt og sungið teskandi, á akustiskar gittarar, strúkarar og træblásarar. At innspæla og at skapa hesa útgávuna, var sum at liggja inni í einum sponskum gittara, langt vekk frá skermum og larmi.

Á útgávukonsertini bjóðar Lea tónleikarunum Saru, Lukasi og Aske við heim til Føroya at spæla við sær. Eisini bjóðar Lea einari strúkaratrio við á pall. Lea tekur pallsetingina hjá pallstjóranum, Ellen Ahnefeldt, við heim at prýða pallin í vakra Norðurlandahúsinum.

Til útgávukonsertina ber til at keypa útgávuna á vinyl. Eisini ber til at ogna sær ein bókling, ið Lea hevur skrivað og smíðað saman við Kirstini Helgadóttir, við tekstum, afturskini, tekningum og myndum. URT hevur gjørt eitt heilt serligt te til Seinferðútgávuna. Teið er burtur úr skaldabrobberjum, sum hon hevur heintað í føroysku náttúruni. Seinferðteið verður serverað áðrenn konsertina, og tað ber eisini til at keypa Seinferðte við heim.

Kostnaður: 220 kr.
Ung 17 ár og yngri: 110 kr. - avmarkað nøgd

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar