Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Manskórið Garpar vitjar Klaksvík

Manskórið Garpar vitjar Klaksvík – við sangi, gleði og góðum lag!

Mikukvøldið 11. november kl. 19.00 verður lagt upp til eitt hugnaligt, lætt og stuttligt kvøld, tá manskórið Garpar vitjar Norðoya Kvinnufelag í Bøgøtu 3 í Klaksvík.

Garpar er eitt manskór, sum leggur stóran dent á sanggleði, og ikki minst at geva áhoyrarunum eina góða, jaliga og stuttliga uppliving.

Á skránni verður ein fjølbroytt konsert við vøkrum og løttum sangi, sum er kryddað við skemti.

Tí hóast sangurin verður tikin í álvara, so er eisini pláss fyri einum góðum látri!

Endamálið er at skapa eina hugnaliga løtu, har fólk kunnu seta seg afturá, njóta sangin og fara heim við einum smíli.

Og sum um sangurin ikki var nóg mikið, so verður eisini kaffi, te og køkur!

Harumframt verða lutaseðlar seldir, og møguleiki verður at vinna spennandi vinningar, millum annað krov, gávukort til summarhús og annað gott.

Norðoya Kvinnufelag bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum til eitt hugnaligt kvøld saman við Garpum.

Kunning um tiltakið:

Dagur: Mikukvøldið 11. november 2026

Klokkan: 19.00

Stað: Norðoya Kvinnufelag, Bøgøta 3, Klaksvík

Kostnaður: Einans 150 kr. – íroknað kaffi, te og køkur.

Kom og uppliva eitt kvøld við góðum sangi, góðum lag og kanska einum góðum vinningi heim við!

Norðoya Kvinnufelag

Bústaður

Norðoya Kvinnufelag

3 Bøgøta

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar