Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Náttarklubbin: Storken(SE) Brynjolfur, Trygvii

100 DKK Entré, 18 Ára Aldursmark.

STORKEN er ein av teimum nýggju og spennandi profilunum á svenska disco-pallinum. Hann stendur mitt ímillum livandi býarlívið í Stockholm og friðsælu náttúruna úti á sandinum. Storken vaks upp í einari tónleikafamilju, umgirdur av ljóðunum frá ikoniskum 80’ara nøvnum sum Phil Collins, Queen og Tina Turner.

Hesin tónleikaligi uppvøkstur kveikti eina djúpa forvitni, sum fekk hann at læra seg at spæla nógv ymisk ljóðføri, frá trummum og guitarum til klaver og plátuspælarar.

Samstundis sum hann kannaði tónleikin, kavaði hann eisini niður í heimspeki, sum gjørdist ein serligur grundsteinur undir hansara listarligu útrykki.

Tá hann fór undir sína tónleikaligu ferð, dró undirgrundarheimurin innan elektroniskan tónleik hann til sín. Við íblástri frá sínum uppvøkstri megnar Storken á serstakan hátt at sameina djúpar siðvenjur úr svenska landslagnum við dragandi elektroniskum disco-ljóðum. Henda nýskapandi blandingin hoyrist greitt á hansara fyrstu útgávu, Lille Vals, sum kom út á vælumtókta plátufelagnum hjá Gerd Janson, Running Back. Útgávan gjørdist byrjanin upp á eina spennandi listarliga leið og fekk jaliga móttøku kring altjóða dansitónleikapallin.

Við fyrstu EP’ini, Skogsdisko, styrkti Storken enn meira sín sermerkta stíl. Her verður andin í svenska oyðimørkini og skógunum umsettur til eitt elektroniskt disco-ljóðlandslag. Henda menningin hevur vakt nógan ans og fingi góðan stuðul frá kendum nøvnum sum Todd Terje, Annie Mac, Pete Tong, Folamour, The Blessed Madonna, Purple Disco Machine, Patrick Topping, Andhim og Krystal Klear. Tey hava øll sæð hansara serligu evni at skapa eina nýggja søgu innan elektroniskan tónleik, har siðvenja og nýhugsan møtast.

Frá sólbaðaðu strondunum í Brighton Beach til neonupplýsta náttarlívið á Kater Blau í Berlin, hevur hann spælt á einum breiðum úrvali av pallum og klubbum.

Storken dámar væl at spæla b2b og hann hevur fingi nógv dansigólv at kóka, tá hann hevur diska saman við Todd Terja, Kornél Kovács, Mall Grab.

Hann byggir brýr millum fortíð og nútíð og er við til at skapa eina nýggja bylgju av disco á altjóða tónleikakortinum. Hann hevur bergtikið áhoyrarar í býum, sum Mexico City, Madrid, Cape Town, Geneve og nú er tíðin komin til Tórshavn.

BRYNJOLFUR
Brynjolfur byrjaði at framleiða elektroniskan tónleik síðst í 90’unum og stovnaði fyrsta heilhjartaða techno-/ravebólkin í Føroyum, Side Effect. Tá á døgum var hvørki pallur ella serligur áhugi fyri elektroniskum tónleiki í Føroyum, og tí flutti hann til Keypmannahavnar í 2007.

Í Keypmannahavn gjørdist Brynjolfur skjótt ein virkin og sjónligur partur av rave- og klubbmentanini. Hann byrjaði at diska, og tað gekk ikki long tíð, áðrenn hann hevði síni egnu kvøld á fleiri av teimum mest vælumtóktu náttklubbanum í býnum, har hann spældi við kendum nøvnum sum Trentemøller.

Altjóða tónleikamiðlar sum DJ Mag og Clash Magazine hava lýst hann sum eitt av teimum mest spennandi nøvnunum innan elektroniskan dansitónleik í Skandinavia.

TRYGVVI sparkar kvøldi í gongd

Bústaður

Havnar Klubbi

6 Tinghúsvegur

Tórshavn

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar