Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Nýggjárskonsertin 2025

Føroya Symfoniorkestur og kór. Solistur: Susanna Andersson, sopran (SE)

Føroya Symfoniorkestur og kór. Solistur: Susanna Andersson, sopran (SE)
Føroya Symfoniorkestur og kór, Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya bjóða til framúrskarandi tónleikaveitslu við tveimum nýggjárskonsertum. Tónleikaskráin er undirhaldandi og álvarsom og við kendum tónleiki frá miklum tónaskaldum, nemur hon allar kenslur. Nýggjárskonsertin er konsertin, har hátíð og veitsla renna saman í eitt.

Susanna Andersson, sopran (SE)
Svenski sopranurin Susanna Andersson verður solistur á nýggjárskonsertini 2025. Hon hevur nomið sær útbúgving á Guildhall School of Music í London og hevur seinastu mongu árini havt stórar leiklutir á størstu operahúsunum og størstu festivalum í Evropa. Sum lesandi vann hon 1. virðisløn við Kathleen Ferrier Awards, og hon varð vald at luttaka á Rising Stars heimskonsertferðini í 2006/2007.

Susanna hevur framført við hópum av symfoniorkestrum, Kongaliga Kapellinum í Danmark og Svøríki, Symfoniorkestrinum í Helsingborg, Symfoniorkestrinum í Queensland og Symfoniorkestrinum hjá BBC, fyri bert at nevna nøkur fá. Men nú er tað Føroya Symfoniorkestur, ið stendur fyri tørni. Les meira um Susannu Andersson.

Kórið
Kórið, ið telur 86 sangarar, luttekur sjálvandi til nýggjárskonsertina. Einki er meira stórbært og hátíðarligt enn at hoyra úrvalskórið hjá symfoniorkestrinum. Longu nú kunnu vit avdúka, at kórið eisini luttekur á várkonsertini í mars 2025. Tá fara kórið og symfoniorkestrið at framføra stórverkið Verdi Requiem. Til høvið vitja orkesturleiðari og fýra sangsolistar á allarhægsta støði.

Føroya Symfoniorkestur og kór gleða seg til tvey fantastisk kvøld saman við tykkum, og sjálvandi bjóða vit kransakøku og eitt glas í steðginum - "same procedure as every year, James."

Bernharður Wilkinson stjórnar Føroya Symfoniorkestri, og Tóra Vestergaard venur kórið.

Konsertin verður send beinleiðis í Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 11. januar 2025.

Dyrnar í Norðurlandahúsinum lata upp kl. 19.00.

Steðgur: 30 min.

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar