Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

SKIFTI

har listafólk og mentanarfelagsskapir við tilknýti til Eiðis verða við

Aftur í ár fara vit í samráð við Eiðis kommunu at skipa fyri tiltakinum Skifti, har listafólk og mentanarfelagsskapir við tilknýti til Eiðis (Eiðis kommunu) verða við at sýna ymiskt fram.

Tiltakið verður í Kolshøll á Eiði dagarnar 07. – 10. novembur 2024.

Vit gleða okkum til at geva øllum luttakarum eitt skifti í gerandisdegnum, sum kann geva nýggjan íblástur, og stimbra áhugan fyri náttúru, umhvørvi og estetikki. Bæði teimum, ið vera virkin við sum skapandi og virkin sum áhoyrarar og áskoðarar.

Vit sum stigtakarar og fyriskiparar eru Ellindur Egilstrøð og Anna Sofía Egilstrøð og luttaka sjálvi við okkara list, málningum og leirlutum í eini instalatión. Aðrir lutakarar verða kunngjørdir seinni.

Av tí at borgaraverkstovan eydnaðist so væl í fjør, verður hon væntandi á skránni aftur í ár.

Vit gleða okkum til at lýsa skránna fyri tiltakið seinni.

Bústaður

Kolshøll

7 Geilin

Eysturoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur