Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Søgugonga í Oyndarfirði

Átta kvinnur og menn fara at siga frá søgum í fimm ymiskum støðum

Leygarkvøldið 21. september fer eitt nýtt og øðrvísi tiltak av bakkastokki, sum setur sjóneykuna á kynstrið at siga frá søgum. Átta kvinnur og menn fara at siga frá søgum í fimm ymiskum støðum, og fyri at hoyra søgurnar skulu áhoyrararnir á eina søgugongu millum húsini fyri at hoyra søgurnar.
Hugnaliga bygdin Oyndarfjørður verður karmur um tiltakið, og byrjað verður í aldargomlu vøkru trækirkjuni, har øll fáa søguna um bygdina og syngja ein felagssang. Áhoyrararnir velja sjálvir, hvørjar søgur, tey ynskja at hoyra og hvar. Tiltakið endar í bygdasalinum í skúlanum við einum sonnum søgu-smelli, har fólk, ið hava hug at siga frá, fáa 5 minuttir at siga frá síni søgu. Vit enda Søgugonguna við at fara upp á gólv, og tað er unga lokala kvæðakempan, Kristian Jacobsen, ið skipar dansin.
Skúlin er eisini staðið, har ið ein fær skrá, armband og kann keypa sær okkurt at drekka og smyrjibreyð og suppu, sum lokali kokkurin Leivur Ejdesgaard hevur gjørt. Opið er frá kl. 17.30.
Søgurnar fevna um sagnir, søgur um hús, hendingar og persónar, søgur úr kvæðum o.s.fr., og hugnaligu Kinnhúsini, Víkahúsini, Ansastova, gamli skúlin og kirkjan eru karmar um søguforteljingarnar.
Lagt verður upp til eitt hugnaligt kvøld við góðum søgum í heimligum stovum, túnatosi, skemti, sangi og føroyskum dansi. Avmarkað atgongd er fyri at tryggja, at pláss er fyri øllum at koma inn at lurta. Kostnaðurin er 250 kr. Endaliga skráin fyri kvøldið verður kunngjørd á facebook vangamyndini "Søgufrøi"
Søgufrøi-verkætlanin er stuðlað av MOWI, Runavíkar kommunu, Mentanargrunni Landsins og Almanna og Mentamálaráðnum.

Bústaður

Oyndarfjørður

1 Fløtuvegur

Eysturoy

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar